
Reykjavík, Ísland (Portalurin): Eins og tá Føroyar spældu EM- undankappingardyst her í fjør, er ivamál um ein týðandi bakspælara.
Maria Pálsdóttir Nólsoy fekk eitt ógvuliga gott fyrsta kappingarár fyri Horsens (HH Elite) í fremstu donsku deildini. Hennara leiklutur á landsliðnum hevur eisini verið vaksandi, og fyrrverandi Neista-spælarin var helst samanlagt besti spælarin í HM play-off sigrunum ímóti Litava í apríl.
Nú snýr tað seg um 1. umfar í undankappingini til EM 2026. Ísland bíðar, og Maria Nólsoy bíðar eftir at síggja, hvørjari støðu hon er í mikukvøldið.
Sí eisini: Claus Mogensen: - Tað verður truplari at spæla okkum til EM hesaferð
Í 2024 var tað ein brotin fingur, sum darvaði skilagóða spælaranum - í 2025 er tað onnur økslin: Skotøkslin
Tað var í landskappingardysti í Viborg fríggjakvøldið, at ein annars vælspælandi Maria Pálsdóttir Nólsoy var óheppin.
- Eg rann við ferð heim og skuldi koma uppá pláss skjótt. So renni eg saman við einari og detti niður á økslina. Eg fái eitt sindur ilt og fari líka út, men hugsi at hetta gongur yvir beinanvegin. Tað vísir seg tó at vera okkurt verri, so eg spæli ikki í 2. hálvleiki greiðir Maria Portalinum frá.
Les eisini: Jana Mittún við framúrskarandi avriki í føroyingauppgerð beint undan landsdystunum
Fysioterapeuturin, Beinta Bendix Laursen, leggur Mariu Pálsdóttir Nólsoy lag á til øvilsir (Mynd: Sverri Egholm)
Hendingin var tveir minuttir fyri hálvleik, og 21-ára gamli føroyski bakspælarin kom ikki á vøllin aftur. Til kanning í røntguni dagin eftir var greitt, at einki brot var. Talan er heldur ikki um nakran veruligan liðbandsskaða í høgru øksl.
Tó er ivasamt, hvussu stóran leiklut Maria Pálsdóttir Nólsoy kann fáa í vikuni. Hon vandi ikki saman við hinum í dag, men gjørdi heldur øvilsir saman við vøddaviðgerðanum Beintu Bendix Laursen.
Hetta sá út til at ganga fínt, og til venjingina í dystarhøllini í morgin, fer Maria Nólsoy at royna at kasta ordiliga.
Føroyar spæla í Ísland mikudagin 15. oktober klokkan 20.30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald