
Fyrsta evropeiska málið hjá Jákupi Thomsen var nakað serstakt: Í 89. minutti var 27-ára gamli áleyparin á rætta staðnum og gjørdi júst tað rætta: Hann setti innarusíðuna á, og so var alt á gosi.
HB hevði havt nakrar stórar møguleikar áðrenn. Nú sló innskifti havnarmaðurin til.
- Hetta var fantastiskt...og eftir møguleikum var tað uppiborið.
Hann var á veg úr blusuni...
Men ístaðin setti havnarmaðurin ferðina upp og rann yvir ímóti egnum áskoðarum
Myndir: Sverri Egholm
Sí fleiri myndir frá dystinum her
Fyrrverandi FC Midtjylland-leikarin gevur ikki nógv fyri donsku umberingunum um graslíki og annað.
- Føroyskur fótbóltur hevur flutt seg ógvuliga nógv, og hetta prógvar tað. Nú kann alt henda í útidystinum.
Hoyr samrøðu við Jákup Thomsen ovast
Conference League 2. umfar - fyrru dystirnir
Hóskvøldið 24. juli
HB - Brøndby 1-1 (0-0)
62' Filip Bundgaard 0-1
89' Jákup Thomsen 1-1
HB (4-4-2): Bjarti Vitalis Mørk - Ási Dam, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen (L), Lassana Faye - Heini Fossdalsá Sørensen, Noah Mneney, Sammy Skytte, Ári Mohr Jónsson - Emil Grønn Pedersen og Jonas Enkerud
Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Jákup Ludvig Thomsen og Mathias Voss
Venjari: André Olsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald