Fótbóltur

Jákup á Borg tekur yvir í B68

Øssur Hansen segði seg úr starvi í síðstu viku, og nú er avloysarin klárur. Toftamenn liggja á aftast í deildini við bara fimm stigum.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-05-18 17:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður Jákup á Borg, sum framyvir fer at vera høvuðsvenjari hjá besta fótbóltsliðnum á Toftum.

Hetta skrivar bolt.fo seinnapartin.

Eftir níggju dystir og fimm stig sum ikki rukku upp um niðurflytingarstrikuna, valdi Øssur Hansen at takka fyri seg. Hann hevði ikki nóg nógva orku, at taka sær av uppgávuni sum høvuðsvenjari.

Orkuna hevur Jákup á Borg eftir øllum at døma. Hann var við á síðulinjuni hjá EB/Streymi seinnu kappingarhálvu í fjør, og áður hevur hann eisini verið høvuðsvenjari hjá B36.

B68 hevur týðandi dyst á skránni sunnudagin, tá teir fáa sundalagsmenn á vitjan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder