Hondbóltur

Jákup Egholm og Pauli Rasmussen til Ringsted

Føroysku U20-landsliðsspælarnir eru profilar í fremstu føroysku deildini. Í summar taka teir, sum vit skrivaðu í gjár, fetið til bestu donsku deildini. - Báðir hava ógvuliga nógva góðsku og stórar menningarmøguleikar, sigur Morten Olsen, ítróttarstjóri.

Pauli Rasmussen í dysti móti Jákupi Egholm og H71: Høgri bakkurin/høgri vongurin av Strondum hevur havt 19-ára føðingardag og veruliga gjørt vart við seg seinastu tvey árini - eisini í endaspølum fyri Føroyar (Mynd: Sverri Egholm)

Pauli Rasmussen í dysti móti Jákupi Egholm og H71: Høgri bakkurin/høgri vongurin av Strondum hevur havt 19-ára føðingardag og veruliga gjørt vart við seg seinastu tvey árini - eisini í endaspølum fyri Føroyar (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-10 16:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg eri ógvuliga fegin um, at tað eydnaðist okkum at fáa Jákup og Paula til felagið. Talan er um tveir spælarar, sum eg havi fylgt tætt hetta kappingarárið - og yvir longri tíð. Teir avrikaðu serliga væl fyri Føroyar í seinasta endaspæli (U19 HM í fjør, red.), og Pauli hevur longu roynt at verið á A-landsliðnum. Báðir spælarar hava, hóast teirra unga aldur, ógvuliga nógva góðsku og stórar menningarmøguleikar.

Soleiðis sigur ítróttarstjórin í TMS Ringsted, Morten Olsen, í dag, í sambandi við at felagið hevur kunngjørt Jákup Egholm og Paula Rasmussen.

Vit skrivaðu í gjár um, at hesir báðir skuldi skifta til danskan hondbólt - nú er tað staðfest

Sí eisini: Føroysk stjørnuskot á veg til bestu donsku deildini

Morten Olsen er heimsmeistari og OL-vinnari fyri Danmark, og fyrrverandi spælskiparin er spentur, nú hoyvíkingurin og strandingurin skjótt leggjast afturat.

Talan er eisini um spennandi skifti hjá evnaríku ungu monnunum. 18-ára gamli Jákup Egholm hevur seinastu kappingarárið verið ein av bestu vongspælarunum í føroysku deildini, vunnið FM og steypakappingar við H71  og eisini gjørt vart við seg á fleiri ungdómslandsliðnum.

[object Object]
Jákup Egholm stórleypandi fyri H71 - vinstri vongurin hevur javnt og samt gjørt vart við seg (Mynd: Sverri Egholm)

Pauli Rasmussen er í sama árgangi sum Jákup. Høgri bakkurin/høgri vongurin av Strondum hevur havt 19-ára føðingardag og veruliga gjørt vart við seg seinastu tvey árini - eisini í endaspølum fyri Føroyar. Í sambandi við, at Pauli varð úttikin á á A-landsliðið til Golden League í oktober, "skýrdi Peter Bredsdorff-Larsen hann sum besta spælaran í føroysku kappingini í løtuni".

Teir verða sæddir sum "íløgur í framtíðin" í felagnum, sum hoyrir heima mitt á Sælandi, og sum er í bestu donsku deildini. TMS Ringstef skrivar, at felagið "vil tryggja røttu rammurnar fyri menningini hjá ungu føroyingunum" - bæði íróttaliga og persónliga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder