
Hann fekk seg royndan hjá einum liði, ið kappast í oddinum og sum spælir evropeiskan fótbólt, og 28-ára gamli verjuleikarin stóð í høvuðsheitinum sterkur í myndini hjá NSÍ.
Jákup Jakobsen spældi samanlagt 27 dystir fyri NSÍ farna kappingarár, og nú er greitt, at hann heldur fram í gulum og svørtum. NSÍ boðar í dag frá, at sáttmálin við sterka verjuleikaran er longdur við einum ári.
Jákup var sum ofta at síggja sum annar av síðumiðverjunum í trý-baks ketuni hjá NSÍ og var eisini i løtum á vongbakkinum.
Samanlagt hevur skálamaðurin spælt 139 dystir í Betrideildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald