Fótbóltur

Jákup Martin heldur fram sum høvuðsvenjari hjá EB/Streymi

- Í ár hevur verið arbeitt miðvíst við at stabilisera felagið og liðið, og hetta má sigast at hava eydnast væl. EB/Streymur hevur longt samstarvið við 44-ára gamla oddamannin við einum ári.

EB/Streymur fær í ár besta úrslitið síðani 2017 (Mynd: Jens Kr. Vang)

EB/Streymur fær í ár besta úrslitið síðani 2017 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-10-30 13:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

EB/Streymur boðar í dag frá, at  felagið og Jákup Martin Joensen hava undirskrivað nýggjan sáttmála, sum er galdandi fyri kappingarárið 2021, og sum verður hansara triðja ár sum høvuðsvenjari hjá EB/Streymi.

Í fjør endaði EB/Streymur á 9. plássi við 18 stigum - tá var eingin niðurflyting. Árið framamnundan Jákup Martin Joensen kom (2018) fekk EB/Streymur 21 stig og endaði nummar átta. Nú tvey umfør eru eftir av hesum kappingarárinum er EB/Streymur á 7. plássi við 23 stigum og hevur møguleikan at taka 6. plássi frá ÍF. Liðið hjá Jákup Martini hevur dystir móti Skála og AB, liðunum sum stríðast móti niðurflyting eftir.

EB/Streymur fegnast um menningina: 

- Í ár hevur verið arbeitt miðvíst við at stabilisera felagið og liðið, og hetta má sigast at hava eydnast væl. Liðið hjá okkum er í stóran mun mannað við ungum, lokalum leikarum, og við hesum er grundarlagið lagt, sum vit skulu byggja omaná komandi ár.

Felagið boðar frá, at í løtuni verður arbeitt við at manna venjaratoymið, sum Jákup Martin skal hava afturat sær. Her kemur sum skilst onkur afturat í mun til í ár. Arnar Dam og Arnbjørn Hansen eru hjálparvenjarar í ár.

Vit ynskja Jákup Martini og felagnum tillukku við sáttmálanum og góða eydnu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder