Fríggjakvøldið klokkan 19 bresta KÍ og Víkingur saman í finaluni um Løgmanssteypið 2025, og tað verður ein fuglfirðingur, sum skal døma stóra dystin.
Hetta verður fyrstu ferð í ár, at Jákup Øssurson Mohr skal døma finaluna hjá monnum.
Fótbóltssamband Føroya skrivar, at á síðulinjunum vera Dan Højgaard og Marner Forná Olsen hjálpardómarar. Fjórði dómari verður Jóhan Hendrik Ellefsen, og dómaraeygleiðari verður Rói Jacobsen. Eyka hjálpardómari verður Djóni Jacobsen.
– Kenslan er góð, havandi í huga, at hetta er millum størstu – um ikki tann størsti – dysturin og dómarauppgávan á árinum, og eg ætli mær at gera alt fyri at tað skal eydnast væl, sigur Jákup Øssurson Mohr við heimasíðuna hjá FSF.
Seinastu stóru trý árini hevur 36-ára gamli dómarin dømt dystir í fremstu deildini.
Pápi Jákup, Øssur Mohr, dømdi steypafinaluna hjá monnum í 1984, sum var millum HB og GÍ. Finalan hetta árið bleiv spæld undir Mýruhjalla á Skála og endaði 2-0 til HB.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald