
Tvær av teimum fimm føroysku landsliðsspælarunum, sum í løtuni spæla í fremstu donsku kvinnudeildini hittust í Ringkøbing í dag.
Tað er vanliga eitt trupult stað hjá Viborg at spæla, men eins og 1. mars vunnu Jana Mittún og tær á Rakul Wardum og teimum.
Hesafarð var tað ikki eins dramatiskt sum fyrr í ár, tá alt varð avgjørt í seinastu lsekundunum.
Sí eisini: Viborg og Jana vendu øllum á høvdið seinastu løtuna
Viborg vann við fýra málum í dag, eftir at tvey mál vóru á muni í steðginum.
Føroyski bakspælarin átti sín stóra leiklut í hesum. Jana Mittún skoraði fimm mál (triðflest) og hevði flest upplegg hjá Viborg og javnsett flest í dystinum (eisini fimm)
Harvið var nummar 77 beinleiðis við í samanlagt tíggju málum, og 21-ára gamla hoyvíkskvinnan setti eisini nógva ferð í. Hennara MEP (samlaða avrikstal) var 4.62, sum var næstflest hjá Viborg.
Til ber at síggja øll tølini her
Nógv meira liggur á Janu Mittún, nú Christina Pedersen er farin úr felagnum. Hetta lyfti Jana væl í í fyrsta kappingardystinum í ár.
Jana Mittún fegnast eftir sigurin í Ringkøbing í mars - tað kundu hon og liðfelgarnir aftur gera í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Rakul Wardum royndi seg í málinum hjá Ringkøbing ein stóran triðing av dystinum. Hon hevði fýra bjargingar uppá 17 skot ímóti sær - tvey av skotunum vóru brotskøst. Samspælið millum málverja og verju var ikki av álvara har í dag hjá Ringkøbing.
Marita Mortensen spældi eina lítla løtu í dag í tapi hjá uppflytarunum HØJ, og tað var bert Jana Mittún av føroysku spælarunum í Kvindeligaen, sum vann í 1. umfari. Fyrr í vikuni taptu Súna Krossteig Hansen og Skanderborg og Maria Pálsdóttir Nólsoy móti ávikavist EH Aalborg og Bjerringbro FH - ikki talan um so góða byrjan har.
Hjá Janu Mittún og Viborg var tað týðandi við góðari byrjan eftir nógva órógv seint í summar: Stjørnuspælarin Christina Pedersen fór sum nevnt, eftir at hon fyrst varð send úr hópinum. Venjarin, Ole Bitsch, segði seg úr starvi 22. februar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald