Hon er ein stórur profilur á A-landsliðnum og í Viborg, sum er á 4. plássi í fremstu donsku deildini og sum skal spæla European League-bólkaspæl í vetur.
- Tað er týðandi, at vit savna okkum royndir í feløgunum og saman - hetta fyri at mennast víðari.
Tað sigur Jana Mittún við Portalin og FM1 í sambandi við HM-fyrireikingarnar. Hoyvíkskvinnan staðfestir, at tað at Føroyar vóru til EM í fjør hjálpir.
- Tað er ikki júst tað sama. Men alt er stórt, tað er stórur áhugi o.s.fr. Tað hjálpir at hava roynt tað.
Sí eisini: Myndir: HM-hópurin fyrireikaði seg við at spæla móti dreingjaliði
Hon fyllur 22 ár beint áðrenn EM og hevur júst longt sáttmálan við Viborg við tveimum árum. Hetta var ein løtt avgerð, hóast áhugi var aðrastaðni.
- Eg hugsavnaði meg allatíðina um at fáa eina avtalu í lag við Viborg. Eg trívist og mennist har og fái stóra ábyrgd.
Tað hevur Jana Mittún eisini á landsliðnum, og nummar 77 er greið: Føroyar skulu fara eftir fyrsta endaspælssigrinum í vaksnamannahondbólti í Týsklandi.
Føroyar spæla fyrireikingardyst móti Íslandi í morgin, leygarkvøldið klokkan 19, við Tjarnir.
Mánamorgunin verður kósin sett móti Trier, og mikukvøldið 26. november klokkan 19.30 verður fyrsti HM-dysturin hjá Føroyum: Móti Montenegro. Hini liðini í bólkinum eru Spania og Paraguai, sum Føroyar hava størst møguleika ímóti.
FM1 sigur frá dystinum móti Íslandi, Portalurin verður eisini á staðnum, og hava vit ymiskt tilfar næstu dagarnar og sjálvandi nógv á staðnum í Týsklandi
--
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald