
Jana Mittún vísti vegin móti Íslandi í einum samanlagt sterkum føroyskum dysti, og í fyrra hálvleiki gav kvika hoyvíkskvinnan sterku verjuni hjá Montrnegro nógv høvuðbrýggj.
Hesi avrikini, við samanlagt 13 málum, fleiri uppleggum og annað, hava fingið føroyska spælskiparan á vikuliðið hjá EHF.
Hetta er galdandi fyri 1. og 2. umfar í EM-undankappingini.
Jana Mittún er á har saman við millum annað tveimum donsku leikarum og tveimum hjá Montenegro. Miðverjuni og sterka strikuspælaranum, umframt vinstra bakkinum.
Júst móti Montenegro sníktu heldur nógv mistøk seg inn hjá Janu Mittún, men sum heild vóru avrikini ógvuliga góð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald