Tað sá ikki so gott út í steðginum í Svøríki hjá Janu Mittún og Viborg. Munurin var tá trý mál, og í løtum í 2. hálvleiki var hann størri.
Men gestirnir ressaðust í Partille, har millum annað Jana Míttun gjørdi mun við málum, uppleggum og ferð.
21-ára gamla hoyvíkskvinnan skoraði samanlagt fimm mál - næstflest hjá Viborg - og danska liðið fekk eitt fínt útgangsstøði.
Tað endaði 31-31 á heimavøllinum hjá svenska oddaliðnum, og harvið hevur Viborg ein fyrimun undan seinna play-off dystinum í næststerkastu evropeisku kappingini.
Sí eisini: Maia Pálsdóttir Nólsoy evropeiskur toppskjútti hjá Horsens
Vinnarin í Viborg leygardagin (15. november) vinnur seg í bólkaspælið í European League. Hetta kann verða eitt týðandi fet hjá Janu og felagnum, sum nú kunnu avgerða alt á heimavølli.
Áðrenn tað er landskappingardystur á skránni móti Claus Mogensen og Ikast. Hann verður mikukvøldið í Viborg.
Les eisini: Claus Mogensen stóð Champions League-royndina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald