Hondbóltur

Jana Mittún sendi Viborg í steypahálvfinaluna

Hoyvíkskvinnan breyt ígjøgnum NFH-verjuna, tá hálvur minuttir var eftir. Jana Mittún legði eisini upp til flest mál í spenanndi fjórðingsfinaluni - HH Elite tapti greitt uttan Mariu Nólsoy.

Jana Mittún og hinar hjá Viborg kundu fegnast um ein søtan steypasigur - eina lítla viku eftir stórtap fyri sama liðið (Mynd: Sverri Egholm)

Jana Mittún og hinar hjá Viborg kundu fegnast um ein søtan steypasigur - eina lítla viku eftir stórtap fyri sama liðið (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-29 13:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri einari viku síðani tapti Viborg heili 35-22 fyri Nykøbing Falster Håndbold (NFH) í landskappingini. Men í fjórðingsfinaluni í gjár var søgan ein heilt onnur.

Talan var um ein ógvuliga tættan dyst, sum ikki varð avgjørdur fyrrenn í seinastu sekundunum. Og tað var føroyski spælarin á gólvinum í Viborg, sum avgjørdi fjórðingsfinaluna.

Tá hálvur minuttir var eftir, fekk Jana Mittún eina góða screening frá strikuni, og so fór nummar 77 hjá teimum grønu ígjøgnum og skoraði trygt til 30-29

Tá NFH síðani ikki fekk veruligt skot á í seinasta sekundi, gjørdist málið hjá 21-ára gamla føroyinginum púra avgerandi. 

[object Object]
Jana Mittún spældi væl í serliga trimum av teimum fýra hálvleikunum í landsdystunum í næstsíðstu viku - so væl at hon kom á vikuliðið hjá EHF. HM-endaspælið byrjar um ein mánaða (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta var tað einasta málið, sum Jana Mittún skoraði í dystinum. NFH ansaði væl eftir føroyska landsliðsprofilinum, sum ikki veruliga slapp til skot fyrrenn í 2. hálvleiki, tá hon skeyt tvey skot, tá armurin var uppi - harav eitt á stongina.

Men tá alt var uppá spæl, skoraði Jana, og hon var eisini tann á vøllinum við flest uppleggum. Tophaandbold sigur seks upplegg, men tað vóru eisini aðrar støður, har hoyvíkskvinnan hevði næstseinastu hond á. Millum annað legði bakspælarin væl upp til næstseinasta málið. Jana Mittún vann eisini Viborg eitt brotskast og ein bólt í verjuni, har hon stóð ein góðan dyst sum 2'ari.

Hetta er aðru ferð, at Jana Mittún skal spæla í Final 4 í donsku steypakappingini. Fyrru ferð var í 2023, tá Viborg tapti hálvfinaluna fyri júst NFH. Hálvfinalurnar og finalan í donsku steypakappingini verða spældar í Odense millum jól og nýggjár.

Har verða HH Elite og Maria Pálsdóttir Nólsoy ikki. Liðið tapti við tíggju málum fyri stórfavorittunum úr Team Esbjerg í gjár. Hetta var uttan føroyska spælskiparan, ið beklaði í dystinum móti Montenegro fyri tíggju døgum síðani. Tað er óvist, hvussu leingi Maria skal sita uttanfyri

Í kvøld verður greitt hvørji hini bæði liðini í hálvfinalu vera - helst verða tað Ikast og Odense

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder