Tað er á ymiskan hátt líknandi søga sum í teimum báðum tapunum fyri Íslandi í undankappingini til EM 2024. Tá taptu Føroyar við fimm málum á heimavølli og við fýra málum á útivølli, og vóru tað serliga nógv bend skot - og í løtum heldur óneyðugar tekniskar villur - sum kostaðu ein møguligan sigur móti grannunum fyri vestan. Uttan at tað annars var serliga stórur munur á liðunum.
GG: Hagtøl síggjast niðast
Føroyar skoraðu bert eitt mál fyrstu ellivu minuttirnar í kvøld; tá var Hafdis Renötudöttir longu vorðin heit í íslendska málinum. Valur-málverjin gav eisini Føroyum høvuðbrýggj í EM-undandystinum í Reykjavík í síðsta mánaði við 15 bjargingum. Tá fingu tær hjá Føroyum so líðandi betri bilbukt - soleiðis varð eisini hesaferð, hóast hon tók samanlagt 11 skot við Tjarnir. Men tað tyktiskt sum so skjótt, ein góð løta við flótandi álopsspæli og sannførandi skotum høvdu verið, so kom ein nýggj heldur tyngi løta. Summi skot fullu eisini ov skjótt og alt ov óhvasst.
Sum heild vantaði einasti hvassleikin vantaði í venjingardystinum. Eisini í verjuni, sum annars var frálík seinast móti Íslandi, og sum í nógvum løtum í kvøld fekk fína bilbukt við tær í bláum. Men serliga Thea Sturludóttir á høgra bakki og skiftandi Sandra Erilngsdóttir og Elin Klara Þorkelsdóttir mitt fyri, góvu høvuðbrýggj við styrki, snildni og ferð. Samstarvið millum Lív Bentsdóttir Zachariasen og Pernille Brandenborg í miðverjuni sær lovandi út, men tað skal framvegis fínpussast. Serliga vengurnir fangaðu nakrar bóltar í dag, og so riggar verjan eisini best, tá Súna Krossteig Hansen dekkar á einum av bakkunum.
![]()
Til tíðir høvdu Pernille og tær gott tak á
Súna Krossteig Hansen kom innaftur og fekk nógv lív í hjá Føroyum í sínum landsdysti nummar 40 (Mynd: Sverri Egholm)
Júst Súna Krossteig Hansen, uttan skaðar, hevur stóran týdning fyri Føroyar, og tað sást aftur fyrst í 2. hálvleiki, tá hon eftir longri løtu á bonkinum kom inn og setti ferð og "power á" í nógvum. Hon, Maria Pálsdóttir Nólsoy og Jana Mittún spældi ikki so nógv saman í bakketuni í dag, men tá kann tað veruliga blomstra. Maria hevði fleiri góðar atgerðir tíðliga, og Jana fekk so líðandi veruliga gongd í sínum upplegsspæl: Tá eru Føroyar best. Tað var ikki so ofta sum vanligt, at nummar 77 fór í sínari gjøgnumbrotsroyndir, og har skal hon vera meira beinleiðis í Týslandi, men Jana Mittún skoraði/legði upp til 13 mál í kvøld, og vóru fleiri av fríspælingum framúr góðar.
Tá Føroyar taptu fyri Íslandi í nevnda heimadystinum (oktober 2023), brendu okkara eitt tvísiffrað tal av skotum frá vongplássunum. Í kvøld var talið átta. Brend skot sum heild, og í løtum nógv av vonginum, er ein afturvendandi trupulleiki. Allar uttan Karin Egholm hava sín uppruna sum bakspælarar, tó at Rannvá Olsen hevur spælt nógv á vinstra vongi og eisini ger tað fast í Danmark. Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen eru lyklaspælarar í bakketuni hjá ávíkavist H71 og VÍF til dagligt.
![]()
Lív S. Poulsen hevði sjey skot teir 30 minuttirnar, hon spældi. Ein løtu hevði vestmannakvinnan veruliga yvirtakið móti Renötudöttir, og tað eydnaðist at skora fýra ferðir (Mynd: Sverri Egholm)
Harvið verða tær bidnar um at taka skot í øðrvísi støðum móti altjóða málverjum ofta. Tað kann hava sínar vansar, og Hafdis Renötudöttir órógvaði eisini skotini hjá føroysku vongunum í kvøld.
Tó skal sigast, at Rannvá Olsen var kanska heldur óheppin at brenna bæði síni - tey komu framvið Renötudöttir, men fóru síðani umvegis gólvið uppum/á yvirleggjaran. Anna Elisabeth, ið stríðist nakað við hælsinuna, hevði eitt líknandi beinanvegin í 2. hálvleiki, síðani skeyt hon framvið men kom sterkt aftur við tveimum sannførandi málum. Tað sveiggjaði hjá Lív Poulsen, har summi skot eisini vóru undir kroystum umstøðum, men við fýra góðum málum gjørdist hon eisini javnsettur toppskjútti hjá Føroyum. Karin Egholm var lýtaleys í skotum, og Hervør Niclasen fekk eisini eitt gott mál seinastu løtuna, áðrenn hon brendi.
Harvið snýr tað seg um at fáa prosentini hægri har, tí at Føroyar kunnu raka dystir, har nógv skot koma av vongplássunum - tá hini liðini pakka miðjuni. Tey renni/standiskotini, sum vórðu nýtt mitt fyri í dag, eydnaðust sum heild ikki, og Pernille Brandenborg og Maria Halsdóttir Weyhe høvdu hvør sítt vánaliga brotskast. Úr sjey metrum skulu vit eisini verða hvassari.
Annika og Marianna aftur - kundu roynt uppaftur meira
Tað er heldur torført, tá man bert hevur ein veruligan venjingardyst áðrenn eitt endaspæl: Hvussu nógv skal man royna og skifta, og hvussu nógv skal man koyra við somu rútmu..
Tað at Claus Mogensen og Simon Olsen skiftu meira enn vanligt sást í løtum í kvøld. 7 móti 6 varð roynt í umleið eitt korter við blandaðum, men sum heild fínum, úrsliti. Tó er kanska at undrast á millum annað, at Vár Zachariasen ikki slapp at royna meira enn sjey minuttir í miðverjuni undir liðuni á systur sínari, og at Marita Mortensen bert var inni nøkur fá álop. Men at nógvar fingu tíð at vísa sínar dygdir, sæst eisini á málskjúttalistanum - niðast her.
![]()
Marianna Geirsdóttir Eystberg skoraði seinasta føroyska málið. Hon kann gerast eitt ógvuliga gott vápn í Týsklandi - Marianna og Annika Petersen koma inn við ávísum royndum (Mynd: Sverri Egholm)
Marianna Geirsdóttir Eystberg spældi í eitt lítið korter sum álopsspælari - tó ikki í yvirtal og bara á høgra bakki. Tað hevði verið áhugavert at sæð hana lagt trýst á frá til dømis hinum bakkinum, men serliga seinastu minuttirnar hevði afturvenda Marianna fleiri góðar atgerðir: Millum annað eitt mál og eitt upplegg.
Nú 27-ára gamli bakspælarin hevði verið burtur frá landsliðnum í trý ár. So leingi hevur Annika Fríðheim Petersen ikki verið úti, men hetta varð fyrsti veruligi hondbóltsdystir hjá málverjanum síðani tíðliga í vár. Eftir barnsburð var Annika aftur í føroyskum málinum, og hon stóð væl teir umleið tólv minuttirnar umframt til eitt brotskast. Samanlagt høvdu hon og Rakul Wardum tólv bjargingar, ið svarar til beint undir 30 prosent.
--------------------------------------------------------------------
Hagtøl (hesi hevur Portalurin sjálvur staðið fyri)
HM-fyrireikingardystur
Leygardagin 22. november við Tjarnir
Føroyar - Ísland 25-28 (11-13)
Dystargongdin:
5 min: 0-1
10 min: 1-3
15 min: 3-5
20 min: 8-8
25 min: 10-10
30 minuttir: 11-13
35 min: 14-17
40 min: 15-19
45 min: 18-22
50 min: 21-23
55 min: 22-25
60 minuttir: 25-28
Føroysku málskjúttarnir:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 4
Pernille Brandenborg 4
Jana Mittún 4
Maria Pálsdóttir Nólsoy 3
Súna Krossteig Hansen 3
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2
Karin Eghom 2
Bjarta Osberg Johansen 1
Hervør Niclasen 1
Marianna Geirsdóttir Eystberg 1
Upplegg:
Jana Mittún 8
Súna Krossteig Hansen 3
Maria Pálsdóttir Nólsoy 2
Elsa Egholm 1
Marianna Geirsdóttir Eystberg 1
Bjargingar (brotskøst):
Rakul Wardum 7 (1)
Annika Fríðheim Petersen 5 (1)
Umleið 30 prosent
Hafdis Renotudottir (Ísland): 11 (2)
Útvísingar:
Ísland 5 - Føroyar høvdu onga
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald