Hondbóltur

Jana Mittún var tann besta hjá Viborg í oktober

21-ára gamla hoyvíkskvinnan vann heiðurin, og er hetta ein staðfesting av góðu gongd hennara upp til HM. Jana Mittún átti eisini leiklut í sigri í gjárkvøldið.

Jana Mittún hevur aftur í ár stóran leiklut hjá Viborg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jana Mittún hevur aftur í ár stóran leiklut hjá Viborg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-05 11:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Et kæmpe tillykke til Jana, som endnu en gang har vist stærke præstationer og været en afgørende profil for holdet!

Soleiðis skrivar Viborg, sum hevur kunngjørt sín besta spælara fyri oktober. Valið fall á Janu Mittún, sum í síðsta mánaða eisini kom á evropeiska landsliðsvikuliið hjá EHF – millum annað fyri at hava verið við til at leitt Føroyar til sigurs móti Íslandi.

Harvið er gongdin góð hjá landsliðsprofilinum, nú HM-endaspælið nærkast í hvørjum.

[object Object]
Jana Mittún fegnast um eitt mál móti Kroatia í 17-17 javnleikinum til EM-endaspælið í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað var eyðsæð í fjør, at nummar 77 var týðandi fyri Viborg, og at hann Jana Mittún skuldi taka uppaftur størri ábyrgd fyri tær í grønum í ár – serliga eftir at Christina Pedersen fór víðari.

Spurningurin er eisini, um Jana fer víðari. Hon hevur sum nú er sáttmála við Viborg hetta kappingarárið út, og sambært donskum miðlum hevur áhugi verið fyri kvika føroyinginum.

Mál, upplegg og mistøk í sigri

Í gjár vann Viborg 33-32 á Silkeborg-Voel í fremstu donsku deildini.

Jana Mittún var, sum so ofta fyrr, tann við flest uppleggum. Hesaferð var skrásetta talið fimm, og skoraði hon trý mál uppá fýra skotið.

Talið av tekniskum villum var tó óvanliga høgt hjá føroyinginum, men tíbetur kostaði hetta ikki.

Viborg er á 5. plássi í Kvindeligaen eftir átta dystir. Ein dystur restar í, áðrenn Jana Mittún skal til Føroya at fyrireika seg til HM-endaspælið: Á hemavølli móti Ikast, har Claus Mogensen er hjálparvenjari, um eina viku

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder