Hondbóltur

Jana og Viborg víðari í Evropa - Óli og GOG bronsuvinnarar

Jana Mittún varð kosin dagsins spælari, tá Viborg vendi dystinum í Póllandi. Óli Mittún skoraði sjey mál í steypa-bronsudystinum í Herning.

Jana Mittún hevði uppaftur meira at fegnast um enn lítlibeiggin í dag: Hon skal í vár spæla EL-fjórðingsfinalur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jana Mittún hevði uppaftur meira at fegnast um enn lítlibeiggin í dag: Hon skal í vár spæla EL-fjórðingsfinalur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-15 15:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Óli Mittún og GOG taptu steypahálvfinaluna móti Aalborg í gjár men reistu seg í bronsudystinum í Boxen í dag.

Álopsspælið koyrdi væl, tá GOG vann á 34-29 á Sønderjyske eftir 18-14 í steðginum.

Føroyingurin hjá GOG gjørdi av álvara bart við sjey málum, tveimum uppleggum og einum vunnum brotskasti.

Nummar 78 tók fleiri ferðir sjálvur ábyrgd: Óli setti veruliga ferð og lív í og fekk sítt rós frá donsku viðmerkjarunum. Eftir dystin fingu Óli Mitún og hinir bronsuheiðursmerki um hálsin í Herning - eitt lítið plástur uppá sárið eftir ósigurin leygardagin. 

[object Object]
Óli Mittún og hinir í GOG skulu nú hugsavna seg um Champions League og landskappingina (Mynd: EPA)

Løtu seinni spældu Jana Mittún og Viborg seg víðari úr bólkaspælinum í European League, sum er tann næststerkasta evropeiska kappingin. 

Til tess kravdist stig móti pólska Zaglebie Lubin. Heimaliðið var betri í 1. hálvleiki og á odda við tveimum (17-15) í steðginum. Men í 2. hálvleiki vísti Viborg stóra styrki og vann við seks málum.

Verjan riggaði væl, og Stine Broløs Kristensen hevði fleiri góðar bjargingar. Tað kom uppaftur størri góðska í álops- og kontraspælið, og átti Jana Mittún sín leiklut í øllum hesum.

Føroyski profilurin dekkaði væl upp sum 2'ari og vísti sínar dygdir við millum annað fimm málum - fleiri vóru har, nummar 77 sjálv fór ígjøgnum. Jana var tann, sum skoraði til 30-26 og veruliga stongdi hurðina, tá fáir minuttir vóru eftir. Eisini átti hon upplegg og setti gongd í fleiri Viborg-álop.

Fyri avrikið varð ársins ítróttanavn í Føroyum fyri 2025 kosin besti spælari hjá Viborg í 32-26 sigrinum. Hesin ger, at Viborg er víðari til fjórðingsfinalurnar í kappingini. Eitt umfar er eftir í bólkinum, og leygardagin spæla Jana Mittún og tær um 1. plássið í  bólkinum, tá franska Dijon kemur á vitjan.

Sí støðuna í bólkinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder