Hondbóltur

Jana vann á liðnum hjá Claus - Maria vann á Súnu

Jana Mittún var beinleiðis við í yvir tíggju málum í tøttu grannauppgerðini, meðan Maria Pálsdóttir Nólsoy og Súna Krossteig Hansen høvdu nakað líknandi tøl í 26-23 dystinum.

Maria Pálsdóttir Nólsoy var ein av teimum, sum gjørdi vart við seg í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Maria Pálsdóttir Nólsoy var ein av teimum, sum gjørdi vart við seg í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-12 21:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra av lyklapersónunum í føroyska HM-hópinum, sum savnast í næstu viku, høvdu í kvøld uppgávur í 9. umfari í Kvindeligaen - tí síðsta undan HM-steðginum Tað vóru venjari móti lyklaspælara í einum dysti, og lyklaspælari móti lyklaspælara í einum øðrum dysti.

Allar tríggjar úr føroysku bakketuni vístu seg væl fram á vølli í kvøld. Maria Pálsdóttir Nólsoy og Horsens vóru omaná móti Skanderborg, hóast Súna Krossteig Hansen spældi ein góðan dyst, og Jana Mittún var við at koppa liðnum, sum Claus Mogensen í løtuni stendur á odda fyri.

Horsens Håndbold Elite - Skanderborg Håndbold 26-23 (13-8)
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4 mál og trý upplegg - Súna Krossteig Hansen 5 mál, 2 upplegg og 2 vunnin brotskøst

HH Elite fekk yvirtakið í seinnu hálvu av 1. hálvleiki. Maria Pálsdóttir Nólsoy spældi sín leiklut við málum, uppleggum og øðrum, og hóast Súna Krossteig Hansen á ymsan hátt stóð fyri níggju málum, so noyddist hon at taka tll takkar við tapi fyri føroyska bakketufelagnum.

Skanderborg er framvegis aftast í bestu donsku deildini, meðan Horsens og Maria nú eru nærri ovara endaspælinum. Sunnudagin spælir Horsens fyri bólkaspælsplássi í European League.

Sí eisini: Maria Pálsdóttir Nólsoy evropeiskur toppskjútti hjá Horsens

[object Object]
Súna Krossteg Hansen ger meira og meira um seg, men liðnum vantar stig (Mynd: Skanderborg Håndbold)

Viborg - Ikast Håndbold 28-27 (16-15)
Jana Mttún 4 mál, 6 upplegg og eitt vunnið brotskast

Í Viborg løgdu Jana Mittún og hinar á heimaliðnum út sum eitt óløgi og endaðu eisini við at vinna ein týðandi sigur, sum lyfti liðið upp á 4. plássi og uppum Ikast.

Tað gjørdist tó ein tøtt og heldur rótut grannauppgerð, har nógvar tekniskar villur vóru. Tað kostaði eisini liðnum hjá Claus Mogensen at brenna so nógvar møgulekar, og tað staðfesti føroyski landsliðsvenjarin eisini fyri TV2 aftaná. Louise Bak Jensen í Viborg-málinum hevði heili 14 bjargingar og tók eisini senasta skotið. 

Ikast stríddist eisini við at halda Janu Mittún. 21-ára gamla hoyvíkskvinnan gjørdi heldur nógvar tekniskar villur (5), men nummar 77 stóð eisini fyri nógvum: Tíggju "málstig" (mál+upplegg), umframt eitt vunnið brotskast. Harav vóru fleiri av uppleggunum flott, og tók føroyingurin við nýggja sáttmálanum í Viborg javnan sakina í egnar hendur. Jana Mittún var eisini við at seta fleri álop væl í gongd.

[object Object]
Jana Mittún skal spæla við Viborg til og við 2027/2028-kappingarárið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder