
NSÍ skal um eina løtu royna at venda 0-2 frá fyrra dystinum í Norðurírlandi til víðari luttøku á Svangaskarði. Leikararnir hita í løtuni upp í mjørkanum á Svangaskarði, og greitt er hvøjrir teir ellivu manna liðið hjá runavíkingum.
Í mun til í Ballymena byrja Per Langgaard og Búi Egilsson á bonkinum. Jann Martin Mortensen og Jann Benjaminsen byrja hesuferð inni. Hetta kundi týtt uppá eitt nakað meira álopskent NSÍ-lið, og eina broyting í leikskipan.
Á bonkinum er vert at leggja merki til nummar 9. Øssur Dalbúð varð skurðviðgjørdur í vetur og hevur ikki verið í hópinum fyrrenn nú. Tað er tó ikki víst, at hann er nóg birgur at spæla í slíkum dysti. Betuel Hansen fekk heilaskjálvta í Norður Írlandi, og miðvallarin er tí ikki tøkur til dystin í kvøld
Liðið hjá NSÍ stendur hja UEFA at vera í 3-5-2 leikskipan - líknandi tí sum liðið spældi í seinast - men tað er ikki altíð, at hetta er eftirfarandi. Við nøvnunum er hetta meira sannlíkt:
NSÍ (4-3-3): Tórður Thomsen - Bárður J. Hansen, Oddur Á. Højgaard, Jóhan Troest Davidsen, Pætur Hentze - Jann Martin Mortensen, Peder Nersveen, Pól Jóhannus Justinussen - Jann J. Benjaminsen, Klæmint A. Olsen (L), Petur Knudsen
Á bonkinum eru: Eli Joensen, Per Langgaard, Óli Højgaard Olsen, Øssur Dalbúð, Búi Egilsson, Mórits Heini Mortensen, Jannik Mathias Olsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald