2021-01-03 17:18

25 ára gamli Jasper Van Der Heyden, hevur skrivað eitt árs sáttmála við KÍ, boðar felagið frá í dag.
Jasper kom tí Føroyar í farna kappingarári, og var eitt av ljóspunktunum hjá AB.
Jasper er ein álopsinnaður miðvallari, men roynist eisini væl úti á veinginum. Fyri AB spældi hann 26 dystir og skoraði 3 mál.
Jasper Van Der Heyden er føddur og uppvaksin í Belgia, har hann hevur spælt fótbólt alt sítt lív.
Hann royndi seg í Íslandi, har hann møtti føroysku unnustu sínari, og gjørdi av at flyta til Føroyar, skrivar KÍ á heimasíðu sínari.
Jasper Van Der Heyden og Tummas Lervig (Mynd: Ki.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald