Fótbóltur

Javnleikur á Malta

Føroyar endaðu Nations League við at spæla javnt við Malta; harvið enda Føroyar á 3. plássið í bólkinum.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-11-20 21:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað byrjaði við tveimum skjótum málum, men so hendi ikki so ógvuliga nógv meira á Ta' Qali leikvøllinum. Føroyar var nakað betri í 1. hálvleiki, meðan maltesar vóru meira vandamiklar í 2. hálvleiki.

Undir upphitingini undan dystinum noyddist Rógvi Badvinsson at gevast orsakað av einari fipurspreinging í høgra tjúkka. Heini Vatnsdal avloysti hann á verjukenda miðvøllinum.

Føroyska liðið (4-2-3-1): Gunnar Nielsen - Gilli R. Sørensen, Atli Gregersen (L), Sonni Ragnar Nattestad (’83 Odmar Færø), Viljormur Davidsen - Heini Vatnsdal, Brandur H. Olsen - Sølvi Vatnhamar (’68 Kaj Leo í Bartalsstovu), Hallur Hansson, René Shaki Joensen – Jákup L. Thomsen (’74 Klæmint A. Olsen) 

Tað var lív í frá byrjan á Ta’ Qali leikvøllinum. Føroyingarnir sóu tendraðir út og longu í 3. minutti sló René Shaki Joensen til. Miðvallarin var við aftur eftir leikbann, og  føroyski toppskjúttin skoraði sítt triðja mál í sínum fimta Nations League-dysti, tá hann beindi eitt gott innlegg frá Gilla Rólantssyni Sørensen í málið. Malta risti beinanvegin skelkin av sær. Í næsta álopinum varð veteranurin Micheal Mifsud spældur leysur, Gunnar bjargaði væl í fyrstu atløgu, men bólturin datt út til Juan Corbolan, ið smekkaði bóltin í málið úr spískum.

Føroyingarnir høvdu størsta møguleikin at leggja seg á odda fyri hálvleik, tá Sølvi Vatnhamar tveitti seg fram og stútaði beint framvið eftir eitt frálíkt føroyskt álop.

Føroyska liðið helt væl betri fast í bóltinum enn í Aserbadjan; tað góvu maltesar eisini rímiliga nógv pláss til. Í nøkrum støðum var spælið gott, men Føroyar skaptu lítið í dystinum. Í 2. hálvleiki hevði heimaliðið teir størstu møguleikarnir. Fimm minuttir í hálvleikinum rakti Corbolan yvirleggjaran og smáar tjúgu minuttir fyri tíð gjørdist Misfud rættliga fríur, men Gunnar bjargaði væl.

Tað tykist sum, at Lars Olsen og Jóannes Jakobsen ikki vildu satsa ov nógv, so Føroyar ikki skuldi missta triðja plássið. Seinni hálvleikur var tamur; Malta var sum sagt meira vandamikið, og tað sigur eitt sindur, tá fyrsta hornasparkið í dystinum kom í 87. minutti.

Teir áleið 200 føroysku áskoðararnir stuðlaðu sera væl og saman við South End Core settu teir sín dám á, hóast tað vóru sera nógv tóm setur á Ta’ Qali.

Føroyar enda nummar trý í bólkinum og vera í næstniðasta styrkisbólkinum til komandi EM-undankapping.

Í avgerandi dystinum í bólkinum vann Kosovo greiðan 4-0 sigur á Aserbadjan í Pristina. Harvið flytir Kosovo, ið var í lægsta styrkisbólki, upp í Deild C og skal spæla um eitt EM-pláss komandi  summar.   


UEFA Nations League deild D, bólkur 3

Ta’ Qali leikvøllurin, 20.11

Malta - Føroyar 1-1 (1-1)

0-1 René Shaki Joensen
1-1 Juan Corbolan 


Endaliga støðan í bólkinum:
Kosovo 14
Aserbadjan 9
Føroyar 5
Malta 3 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder