Fótbóltur

Javnleikur í fyrsta steypadystinum

Neistin var á odda við sjey málum eina løtu í seinna hálvleiki, men Team Klaksvík reisti seg og tryggjaði sær eitt sig, ið kann gerast sera týdningarmikið.

Vuk Stevanovic, ið skoraði ellivu mál í kvøld, og hinir á heimaliðnum stríddu seg aftur seinasta partin av heimadystinum móti Neistanum (Savnsmynd - Jens Kr. Vang)

Vuk Stevanovic, ið skoraði ellivu mál í kvøld, og hinir á heimaliðnum stríddu seg aftur seinasta partin av heimadystinum móti Neistanum (Savnsmynd - Jens Kr. Vang)

2022-01-18 22:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað líktist leingi einum útisigri í fyrsta dystinum í bólkaspælinum í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum. Neistin helt Team Klaksvík niðri á tíggju málum í fyrra hálvleiki og var á odda við fimm í steðginum, ið var longdur nakað orsakað av trupulleikum við klokkuni.

Byrjanin av seinna hálvleiki gav ikki ábendingar um, at heimaliðið av álvara fór at koma inn í dystin aftur, og tá ellivu minuttir vóru leiktir, var støðan 14-21. Men so skoraði Team Klaksvík fýra mál á rað, og órógv kom á Neistan. David Henningman í Team Klaksvík-málinum kom av álvara í gongd, álopsspælið fór á glið, leikarar vóru tryggir í skotunum, Valentino Valentakovic kom á vøllin, og tað endaði við javnleiki.

Neistin fekk bert tvey mál seinastu ellivu minuttirnar, og heimaliðið hevði í seinasta álopinum møguleika at avgerða dystin, men Heini Hanusarson fekk ein javnleik í sínum fyrsta dysti. 

Hetta úrslitið ger, at stórur spenningur helst verður í bólkinum til seinasta umfar. 

Faxe Kondi-kappingin, 1. umfar
Bólkur 1, Klaksvík 18.01
Team Klaksvík - Neistin 26-26 (10-15)

Toppskjúttar: Vuk Stevanovic 11 mál, August Oskarsson 7 mál

Sí yvirlit yvir bólkarnar og upprunaskránna her




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder