Annað

JFK-Open í Klaksvík

Vikuskiftið 25. og 26. oktober skipaði Klaksvíkar badmintonfelag, saman við badmintonssamband Føroya, fyri kapping í badmintonhøllini og Kí-høllini í Klaksvík.

(Mynd: Badmintonsamband Føroya)

(Mynd: Badmintonsamband Føroya)

2025-11-03 13:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vikuskiftið 25. og 26. oktober skipaði Klaksvíkar badmintonfelag, saman við badmintonssamband Føroya, fyri JFK-Open 2025 í badmintonhølini og Kí-høllini í Klaksvík.

Fyritøkan í Klaksvík JFK er stuðul til kappingina, og fær kappingin tí navnið JFK-Open.

Við tveimum hallum í Klaksvík eru umstøðurnar at halda eina kapping sera góðar, og dagarnir blíva ikki so langir. Byrjað var leygarmorgunin klokkan níggju, tá børn og ung spældu. Seinastu heiðursmerkir vóru handað klokkan 17, og so bleiv fyrireikað til sunnudagin, tá tey vaksnu skuldu spæla.

Hetta var onnur Grand Prix kappingin, og tann triðja verður á Giljanesi 15. og 16. november. Klaksvíkar badmintonfelag skipar fyri kapping aftur í januar 2026, skrivar Badmintonsamband Føroya.


Úrslit frá JFK-Open 2025

U11A dreingir:
Gull: Kristoffur Arge Joensen, KBF
Silvur: Andreas Berg Johansen, HBF
Bronsa: Fríði Bjarnason Poulsen, HBF og Arnar Akralíð, HBF

U11B dreingir:
Gull: Lukas Finsson Ellingsgaard, HBF
Silvur: Jóhannes Brandal, KBF
bronsa: Lukas Gudjonsson HBF og Olaf Erlingsson Festirstein, KBF

U11D dreingir:
Gull: Dánial Andrasarson, HBF
Silvur: Fróði Akselson HBF
Bronsa: Baldur Ragnarson, HBF og Baldur Bendtsen, HBF

U13A dreingir:
Gull: Michael Gram Thomassen, MBF
Silvur: Hørdur Erlandsson, HBF
Bronsa: Ári Bjarnason Poulsen, HBF og Benjamin A. Olsen, HBF

U13C dreingir:
Gull: Emil Aaen Nordendal, MBF
Silvur: Halgir Klein Arnbjerg, HBF
Bronsa: Aleksandur Róason, HBF og Oliver Sirkovsky, HBF

U13D dreingir:
Gull: Brandur Gullaksen, KBF
Silvur: Páll Akselsson, HBF
Bronsa: Christian Restorff, HBF og Bragi á Borg, HBF

U15A dreingir:
Gull: Nóa Lisberg, HBF
Silvur: Magnus Akselsson, HBF
Bronsa: Boas Rasmussen, HBF og Jóel Bjarnason Poulsen, HBF

U15B dreingir:
Gull: Árni Hjelm, HBF
Silvur: Nóa Ansgarsson, KBF
Bronsa: Betuel Dahl Hansen, KBF og Róaldur Dam, HBF

U15C dreingir:
Gull: Lucas Hansen, KBF
Silvur: Líggjas R. av Kák Reynstind, HBF
Bronsa: Andrew Olsen, HBF og Askar Jacobsen Jamil, MBF

U17A dreingir:
Gull: Mannbjørn Eysturtún Mouritsen, HBF
Silvur: Boas á Reynatrøð, KBF
Bronsa: Jónas Festirstein Dam, KBF og Tístram Hammer, HBF

U17B dreingir:
Gull: Jóhannus Lamhauge, KBF
Silvur: Eivindur Fríði Ísheim Hentze, HBF
Bronsa: Emil Jacobsen Jamil, MBF og Markus Hentze, HBF
U11 gentur:
Gull: Tóra Holm, HBF
Silvur: Ása Arge Joensen, KBF

U13 gentur:
Gull: Sanna av Reyni, HBF
Silvur: Miriam Niclasen, HBF
Bronsa: Sofía í Grótinum, HBF og Ria Weihe Jacobsen, HBF

U15 gentur:
Gull: Tabita Schwartson Christiansen, HBF
Silvur: Olivia Jónsdóttir Helmsdal, KBF
Bronsa: Angela Krosstein, HBF og Anna Helena Guttesen, HBF

U17 gentur:
Gull: Tóra Erlandsdóttir, HBF
Silvur: Brynja á Borg, HBF
Bronsa: Elisa H. Niclasen, HBF

Vaksin A kvinnur:
Gull: Mia Thorkildshøj, HBF
Silvur: Sanna Thorkildshøj, HBF
Bronsa: Lena Maria Joensen, KBF og Oddbjørg í Buð Justinussen, KBF

Vaksin A menn:
Gull: Asbjørn Heide Olsen, HBF
Silvur: Tóki Yngvason Guttesen, HBF
Bronsa: Leiki Dal-Christiansen, HBF og Markus Bjarnason, HBF

Fleiri myndir síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder