Hondbóltur

Joan: Finalutapið í fjør ein kempi motivatión - spennandi møguleiki fyri framman í Íslandi

Gylta kemur inn, og tær fáa ikki mál, meðan vit skora uppá næstan alt, sigur Joan Johannesen eftir stóra hálvfinalusigurin á Neistanum. Kyndilsspælarin setur eisini orð á skiftið í summar. - Deiligt at Agatha eisini fer.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-04-19 18:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg leggi ikki ordiliga merki til, at dysturin knekkar, men Gylta kemur inn, og nógv broytist...eyka motivatión hjá okkum nú vit ikki vunnið FM-heitið í fjør.

Hetta sigur høgri vongurin hjá Kyndli eftir knúsandi 42-25 sigurin á Neistanum í dag. Grøna valdssýningin á Hálsi ger, at Joan Johannesen skjótt skulu spæla FM-finalur - hetta móti VÍF og H71 sum í kvøld spæla aðru hálvfinaluna.

Fylgi gongdini í hesum dystinum ovast á Portalinum

Hetta verða seinastu dystirnar hjá Joan við barndómsfelagnum á hesum sinni. 19-ára gamli U-landsliðsvongurin skiftir í summar til bestu íslendsku deildini.

Sí eisini: Joan Johannesen gjørt sáttmála í Íslandi

Flytingin varð kunngjørd í vikuni. Joan Johannesen skal til sama felag, sum Agatha Kjærbek Djurhuus skal til. Og tað verður gott at hava vágbingin, sum er í sama árgangi og liðfelagi á ungdómslandsliðnum við.

- Tað er faktiskt viktugt. Og nú kennir Agatha eisini til at búgva langt frá høvuðsstarøkinum, heldur Joan flennandi fyri.

Akureyri er nærum 400 kiliometrar frá Reykjavík. Flestu liðini í bestu íslendsku deildini eru staðsettt í høvuðsstaðarøkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder