
- Eg eri vónsvikin av úrslitinum, men eg veit, at eg havi okkurt at arbeiða við, og tað er betri, enn at koma heim frá eini so týðandi kapping og ikki vita, hvat eg kann gera fyri at fáa betri úrslit í komandi kappingum.
Tað sigur Jóannes Poulsen, sum sunnudagin tapti 1/48-finaluna í HM í uttandura bogaskjóting í Gwangju í Suðurkorea, eftir at hann leygardagin bleiv nummar 102 í innleiðandi úrtøkukappingini, og tískil akkurát kláraði upp um markið fyri yvirhøvur at sleppa víðari í kappingini.
104 teir bestu í úrtøkukappingini sluppu víðari. Skipanin er tó soleiðis, at botnurin skal skjóta ímóti toppinum í fyrsta umfarinum í eliminasjóns-duellunum, og har rýkur taparin beinanvegin út úr kappingini. Átta teir bestu í úrtøkukappingini sluppu beinleiðis víðari til 1/16-finalurnar, meðan hinir 96 fyrst skuldu vinna 1/48- og 1/24-finalurnar fyri at koma har til.
Jóannes sigur, at hóast hann í innleiðandi úrtøkukappingini akkurát kláraði upp um gáttina til eliminasjóns-duellirnar, so var hann greiður yvir, at sannlíkindini vóru stór fyri, at HM-kappingin var um at vera liðug fyri hansara viðkomandi.
- Tá eg skal skjóta ímóti honum, sum bleiv nummar 11 í innleiðandi kappingini, og eg sjálvur bleiv nummar 102, so veit eg sjálvandi, at tað ikki verður lætt, sigur hann.
Nervøsiteturin ger munin
Jóannes tapti 1/48-finaluna ímóti suðurkoreanska Eun Gyu Choi 142-149. Tað er eitt greitt tap, men als ikki eitt ógvusligt tap, og ongin pílur fór púra skeivur. Størsti munurin liggur í tí mentala, ásannar Jóannes – nervøsitetinum, sum stendst av, at mótstøðumaðurin telist millum teir allarbestu í heiminum – og besta prógvið um tað sást í upphitingarumførunum á regnvátu skjótibreytini í Gwangju í Suðurkorea, tá Jóannes hevði munin.
- Eg skeyt ordiliga væl undir upphitingini og betri enn mótstøðumaðurin, men tá dysturin so byrjaði, bleiv tað øvugt, og eg misti ov nógv stig – hann misti bara eitt stig av 150 møguligum, og eg misti átta. Tað er ringt at vinna í móti so góðum skjútta, men eg kundi skotið betri enn eg gjørdi, staðfestir Jóannes og leggur afturat:
- Fyri at koma í betri venjing mentalt, altso, fyri at fáa betri tamarhald á nervøsitetinum, so ræður tað fyrst og fremst um at luttaka í fleiri altjóða kappingum á høgum støði, so mann fær vant seg til sovorðnar umstøður og karmar og ikki minst tað at skula skjóta ímóti teimum allarbestu í heiminum.
Veðrið fær ikki skyldina
Tað hevur verið nógvur hiti í Suðurkorea, síðan teir tríggir føroysku compoundskjúttarnir, Jóannes Poulsen, Nikkel Petersen og Jógvan Niclasen komu til landið 1. september, og luftin hevur verið og er ógvulia rálig og slavin. Eisini hevur toran gingið við ógvusligum ælum – 1/48-finalan mátti sostatt útsetast í 20 minuttir, tí toran gekk.
Jóannes gevur tó ikki veðrinum skyldina fyri heldur laka føroyska úrslitið í HM – í liðkappingini bleiv føroyska liðið næstaftast í innleiðandi úrtøkukappingini og slapp tískil ikki víðari í kappingini.
Nikkel Petersen endaði sum nummar 114 av 121 í úrtøkukappingini til einstaklingakappingina leygardagin, og hann er heldur ikki nøgdur við sítt avrik.
- Tad gekk ómetaliga illa fyri mítt viðkomandi, og eg var ikki fyrireikaður upp á henda hitan og fuktigheitina. Eg hevði vónað umleið 25 stig meira í kappingini, men tad riggaði ikki hesaferð, sigur hann.
Jógvan Niclasen, sum bleiv nummar 118 við 657 stigum, er hinvegin nøgdur við kappingina, tá hugsað verður um umstøðurnar.
- Veðrið hevur verið ein harður mótstandari, allíkavæl haldi eg, at eg skeyt væl, tá alt riggaði, men so fóru onkrir pílar ordiliga skeivir, og teir blivu mær ov dýrir, sigur hann.
Nikkel Petersen og Jógvan Niclasen vóru lidnir at skjóta í HM-kappingini leygardagin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald