Fótbóltur

Jóansøkudysturin enn einaferð útsettur

Dysturin er útsettur til hósdagin klokkan 15.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-10-19 14:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tann so ofta útsetti dysturin millum TB og EB/Streym verður leiktur hósdagin klokkan 15.

Veður blívur við at spenna bein fyri at jóansøkudysturin millum TB og EB/Streym við Stórá, verður spældur.

Enn einaferð hevur veðrið verið viðvirkandi til at dysturin er fluttur.

Hann var upprunaliga ásettur at vera leygarkvøldið 26. juni, men var síðani úsettur til 22. september fyri so aftur at verða útsettur til í morgin 20. oktober.

Men orsakað av veðurforsøgnini var dysturin fluttur til í dag klokkan 13, tí at Smyril vegna veður avlýsti túrar í gjárkvøldið bar ikki til hjá útiliðnum at koma suður.

Tískil er dysturin nú ásettur at vera hósdagin klokkan 15, frætta vit úr Tvøroyrar Bóltfelag.

placeholder
placeholder