
- Róðrarsamband Føroya vil við hesum boða frá, at róðurin á Jóansøku verður fluttur frá leygardegnum 21. juni til sunnudagin 22. juni. Avgerðin at útseta er gjørd eftir umfatandi samrøður við veðurkøn, baði fakfólk og staðkend fólk, umframt við Froðbiar Sóknar Róðrarfelag.
Hesum boðar RSF frá í skrivi í kvøld.
Orsøkin er óvis veðurlíkindi. Veðurforsøgnin til leygardagin boðar frá nógvum vindi og serliga nógvum regni seinnapartin.
- Øll, ið hava verið við í metingini, eru á einum máli um, at róðrarlíkindini tá eru – í besta føri – óviss, og mest sannlíkt ov ring at avgreiða róðrarnar á tryggan og rímiligan hátt.
Av tí at forsøgnin til sunnudagin er væl betri - lítil vindur og bert smávegis avfall - varð valið tikið fyri at tryggja ein góðan Jóansøkuróður.
Snýr seg um Smyril
Ógvuliga nógvir rógvarar eru longu í Suðuroynni. Stóri spurningurin er so: Hvussu verður tað handfarið við Smyrli og ferðing.
Róðrarsambandið vissar um, at ferðamøguleikarnir eisini verða tryggjaðir.
- Vit hava verið í samband við Strandferðsluna og koma tey við kunning um ferðaætlan so skjótt sum til ber. Nýggj startrøð verður gjørd tá vit vita ferðaætlanina hjá Smyrli.
Tað verður helst byrjað nakað áðrenn vanligt, men nærri kunning kemur frá RSF skjótt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald