
Jóhan á Plógv Hansen er vendur aftur til danskan hondbólt og Skanderborg, sum nú er saman við AGF.
Har er høgri vongurin úr Havn profilur, og í gjár gjørdi hann bart við heili 11 málum.
Hetta var í sigri á uppflytarunum HØJ. Pauli Jacobsen hevur verið knýttur at felagnum seinastu stóru tvey árini, men hetta var annar dysturin á rað, at føroyski landsliðsmálverjin ikki var í dystarhópinum. Sum skilst verður hann helst leigaður út næstu mánaðirnar.
Jóhan á Plógv Hansen var greiður toppskjútti í 36-29 sigrinum á heimavølli. Millum mtey ellivu málini vóru trý brotskøst - Jóhan hevði heili 17 skot í dystinum.
Skanderborg AGF hevur seks stig fyri fýra dystir. HØJ hevur tvey stig.
Royndi vongurin hevur higartil í ár skotið tjúgu mál, og er Skanderborg AGF í European League-bólkaspælinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald