Í fjør høvdu Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagin úr Bjerringbro-Silkeborg, Micheal V. Knudsen, ein væleydnaðan hondbóltsskúla í høllini á Hálsi. JPH Camp verður endurtikin - nú eisini í Hoyvíkshøllini og við øðrum manni afturat føroyska vonginum á danska landsliðnum.
Søren Rasmussen er 43-ára gamal, men hann er framvegis virkin á hægsta støði. Søren spælir nú fyri Ribe-Esbjerg men var í fýra ár liðfelagið við Jóhan á Plógv í Bjerringbro-Silkeborg. Jóhan lýsir málverjan sum ein tann mest seriøsa og professionelli hondbóltsspælarin, ið hann hevur møtt.
![]()
Áðrenn Søren Rasmussen kom til BSV, spældi hann fýra ár við Flensburg Handewitt. Har var hann millum annað við til at vinna Champions League finaluna í 2014. Harumframt er hann eisini fleirfaldur danskur meistari og hevur spælt í nógv ár á danska landsliðnum. Søren var við til HM í Svøríki í 2011, tá Danmark fekk eitt silvurheiðursmerki. Søren Rasmussen býr framvegis í Silkeborg og er venjari hjá einum U12-liðið har, umframt at hann er málmansvenjari hjá fleiri liðum.
Jóhan hevur júst verið við til EM-endaspælið, ið gjørdist eitt stórt vónbrot hjá Danmark. 24-ára gamli vongurin skoraði fýra mál í teimum smáu 40 minuttunum, ið hann fekk ímóti Russlandi. Fyri einum ári síðani gjørdist Jóhan heimsmeistari við Danmark á heimavølli, og í summar skiftir hann til bestu deildina í heiminum; Jóhan skal spæla við Hannover-Burgdorf í Bundesligaini.
![]()
Til JPH Camp í fjør (Mynd: jphcamp.fo)
JPH Camp er deild upp í U10 – U12, og U14 – U18. 20. og 21. juni verður nógv venjing, kappingar, styttri fyrilestrar og annað í Høllini á Hálsi og í Hoyvíkshøllini. Á heimasíðuni, har tað eisini ber til at melda seg, skriva fyrireikararnir, at venjingarnar fara at leggja dent á menning av førleikum hjá einstaku leikarunum, og vil í stóran mun fylgja tí venjingarleisti sum er vanligur í Danmark.
Skráin:
Kl. 08:00 – 13:00 báðar dagar – U10 – U12
Kl. 14:00 – 19:00 báðar dagar – U14 – U18
Pláss er fyri 120 leikarum í hvørjum bólki - 240 samanlagt. Í fjør var fullteknað ógvuliga skjótt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald