Hondbóltur

Jóhan á Plógv Hansen og Óli Mittún bresta saman í Svendborg - og á TV2

Dysturin millum tvey og trý í Herreligaen byrjar klokkan 15 og sæst á TV2 og TV2 Play.

Liðið hjá Óla Mittún er nummar trý - GOG er eitt stig aftanfyri Jóhan á Plógv Hansen og Skanderborg AGF. Harvið er neyðugt hjá liðnum av Fjóni at vinna í dag, Mittún gjørdi aftur vart við seg í Champions League í vikuni (Mynd: EPA)

Liðið hjá Óla Mittún er nummar trý - GOG er eitt stig aftanfyri Jóhan á Plógv Hansen og Skanderborg AGF. Harvið er neyðugt hjá liðnum av Fjóni at vinna í dag, Mittún gjørdi aftur vart við seg í Champions League í vikuni (Mynd: EPA)

2026-03-14 12:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 15 føroyska tíð er lykladystur í triðseinasta umfari í grundspælinum í fremstu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum.

Har hittast ein av heimsins besti ungu spælarum, sum er úr Hoyvík, og evropameistarin og ferfaldi heimsmeistarin úr Havn.

Liðið hjá Óla Mittún er nummar trý - GOG er eitt stig aftanfyri Jóhan á Plógv Hansen og Skanderborg AGF. Harvið er neyðugt hjá liðnum av Fjóni at vinna í dag.

Sí stigatalvuna her

Sí eisini: GOG vann seinasta bólkadystin í Champions League - Óli Mittún við seks málum

Dysturin millum GOG og Skanderborg AGF sæst á høvuðsrásini hjá TV2, umframt á stroymingartænastuni TV2 Play.

[object Object]
Jóhan á Plógv Hansen undir EM-endaspælinum í januar, sum hann var við at vinna fyri Danmark (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder