Fyri aðru ferð hesa vikuna hittust GOG og Skanderborg AGF (SAH) í hálvfinalu - fyri aður ferð var liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen omaná.
Tað varð ikki eins spennandi á Fjóni í kvøld, sum tað var í Aarhus mikukvøldið. Tá varð neyðugt við longdari leiktíð - í hálvfinalu nummar tvey vann SAH, tá samanum kom við sjey málum.
GOG var annnars nakað omaná størsta partin av 1. hálvleiki - millum annað takkað verið góðum spæli frá Óla Mittún. Nummar 78 hevði flest upplegg í dystinum: fimm. Tá føroyski spælskiparin skoraði sítt fjórða mál eftir beint yvir 24 og ein hálvan minutt, stóð 16-13 á máltalvuni.
Men SAH var farið at spæla 7 móti 6, og tað gekk skjótt fyri seg seinastu minuttirnar av 2. hálvleiki. Verjan hjá GOG fekk ikki steðga nøkrum, útiliðið revsaði eisini væl, og í steðginum var 18-20.
![]()
Kasper Christensen, GOG-venjari, í døpurhuga. Heimaliðið misti takið á dystinum móti vælspælandi gestunum (Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)
Tað var Jóhan á Plógv Hansen, sum ógvuliga flott skoraði seinasta málið fyri steðgin: Í fyrstu bylgju fór hann rundanum ein, og spískt av vonginum, við so at siga ongum sekundi á klukkuni, snúraði feefaldi heimsmeistarin bóltin í netið hjá GOG.
Samanlagt spældi Jóhan ein góðan dyst og var næstbesti málskjútti hjá SAH við fimm málum.
Tvey-máls leiðslan legði gott grundarlag, Simon Sejr helt fram at bjarga - Óli Mittún skoraði ikki eftir steðgin - og útiliðið fór av álvara frá. At enda hevði málverjin heili 17 bjargingar (50 prosent), og SAH vann 33-26. Sannførandi og harvið er Skanderborg AGF í DM-finalunum fyri fyrstu ferð síðani samanleggingina í 2021.
Síðani afturvendanina úr Bundesliguni hevur Jóhan á Plógv Hansen havt stóran leiklut, og sunnudagin 31. mai spælir 32-ára gamli havnarmaðurin fyrstu av møguliga trimum DM-finalunum. Mórstøðuliðið er favoritturin úr Aalborg, sum vann hálvfinalurøðina móti Mors-Thy.
Teir hjá Skanderborg AGF kundu fegnast um søguliga sigurin (Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)
Kappingarárið hjá GOG er so at siga av. Bronsudystir eru eftir móti Mors-Thy, men í samrøðu við TV2 eftir dystin, ljóðaði tað ikki sum um, at Óli Mittún gleddi seg nógv til hetta.
- Tað er sjálvandi keðiligt. Nú er kappingarárið liðugt...ella ja; vit skulu so spæla um bronsuna. Vit brenna alt ov illa í 2. hálvleiki, so einfalt er tað. Tað er okkara egna skyld, sigur føroyski profilurin hjá liðnum av Fjóni, sum staðfestir at kenslan er tann, at árið er liðugt, tá møguleikin um at vera í DM-finalunum fór.
![]()
Óli Mittún og GOG megnaðu ikki at bíta frá sær eftir steðgin, tá á stóð á heimavølli. Harvið endar fyrsta kappingarárið hjá føroyinginum á Fjóni so at siga her (Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)
Óli Mittún fær møguleikan aftur eftir summarsteðgin. Í ár endaði tað við, at liðið reyk út í hálvfinalunum í landskappingini og steypakappingini. GOG kom víðari í Champions League, har liðið vísti seg væl fram.
Týskir miðlar hava sett Óla Mittún í sambandi við eitt skifti til Champions League- og Bundesliga-vinnararnar, Magdeburg: Eitt skifti sum skal fara fram næsta summar, tá Magdeburg keypir Mittún.
Sambært okkara upplýsingum er hetta ikki ósannlíkt, men tað er vist, at 20-ára gamli hoyvíkingurin eisini spælir í Danmark eisini eftir summarferiuna. Tá sær GOG á pappírinum sterkari út: Hesaferð varð liðið ov stutt móti Jóhan á Plógv Hansen og SAH.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald