Hondbóltur

Jóhan á Plógv Hansen stórspælandi í sigri á GOG

Toppskjútti hjá liðnum við átta málum uppá átta skot, meðan Óli Mittún og hinir høvdu ein strævnan dyst. - Hetta var tungt, staðfesti hoyvíkingurin eftir 36-30 tapið.

Skanderborg AGF (SAH) er á 2. plássinum í fremstu donsku deildini eftir heimasigurin. Havnarmaðurin á høgra vongi eigur avgjørt sín leiklut (Mynd: EPA)

Skanderborg AGF (SAH) er á 2. plássinum í fremstu donsku deildini eftir heimasigurin. Havnarmaðurin á høgra vongi eigur avgjørt sín leiklut (Mynd: EPA)

2025-11-08 17:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skanderborg AGF (SAH) er á 2. plássinum í fremstu donsku deildini í løtuni. Hetta er greitt eftir 36-30 heimasigurin á GOG seinnapartin.

Sigurin var væl uppiborin. SAH var omaná so at siga allan vegin og gjørdi tað trupult hjá kviku GOG-spælarunum.

- Vit spældu væl, sum vit hava gjørt størsta partin av kappingarárinum. Hetta eru slíkir dystir, sum vit skulu vinna, um vit ætla at spæla í Champions League næsta ár.

Hetta staðfesti toppskjúttin hjá SAH, Jóhan á Plógv Hansen, í viðtalu við TV2 eftir dystin.

Havnarmaðurin á høgra vongi er stórur profilur hjá SAH, og ferfaldi heimsmeistarin  var púra tryggur frammanfyri málinum í dag: Jóhan á Plógv Hansen hevði átta skot í dystinum og skoraði átta mál.

Fýra vóru við brotskasti, og eisini úr spískum og í mótálopum var Jóhan á Plógv púa tryggur. 31-ára gamli vongurin vann eisini ein bólt í verjustøðu.

Jóhan er fjórðbesti málskjútti í Herreligaen í ár

Tungur dagur hjá Óla og teimum

Óli Mittún hevur havt nógvar ógvuliga góðar dystir í seinastuni, og tað hevur GOG sum heild eisini.

Men hóast 30 mál í dag so var tað ikki ein góður dagur hjá teimum í gulum og svørtum.

- Álopi koyrir sum so okay og vit skora jú 30 mál. Men tað verða ov nógvar tekniskar villur og brend skot, og vit eru ikki nóg góðir í verjuni. Teir renna eina rúgvu av kontra og revsa okkum.

Soleiðis tók Óli Mittún samanum í samrøðu við TV2.

Sjálvur vann 20-ára gamli hoyvíkingurin GOG tvey brotskøst og legði upp til tvey mál. Hann skoraði trý mál, men brendi eisini trý skot og átti tríggjar tekniskar villur

Nummar 78 staðfesti eisini sjálvur, at tað kendist heldur tungt, tá SAH pakkaði miðjuna so væl. Viðmerkjarar hildu, at tað eydnaðist heimaliðnum væl at "møta Óla Mittún høgt" og harvið onkursvegna taka ferðina úr honum; hann var ikki so sjónligur sum í fleiri av undanfarnu dystunum.

Støðan í Herreligaen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder