Jóhan Hendrik og teir høvdu evropeiska uppgávu í Estlandi

Trý gul kort vórðu givin - og trý mál kolldømd fyri rangstøðu í 1-0 dystinum. Dan Højgaard og Jógvan Breckmann vóru hjálpardómarar, og Heini Ziskason Viðoy 4. dómari.

Dan Højgaard, Heini Ziskason Viðoy, Jóhan Hendrik Ellefsen og Jógvan Breckmann saman við einum UEFA-umboði á tjóðarleikvøllinum í Tallinn

Dan Højgaard, Heini Ziskason Viðoy, Jóhan Hendrik Ellefsen og Jógvan Breckmann saman við einum UEFA-umboði á tjóðarleikvøllinum í Tallinn

2025-07-24 16:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri aðru ferð í ár hevði føroysk dómarakvartett uppgávu í Conference League. 

Fyri tveimum vikum síðani var Heini Ziskason Viðoy maðurin í miðjuni í Norðurírlandi í dysti í 1. umfari. Tá vóru Dan Højgaard og Jørleif Djurhuus hjálpardómarar, meðan Alex Troleis var 4. dómarar.

Heini og Dan vóru í Tallin í gjár, tá Levadia tók ímóti Saburtalo Tbilisi úr Georgia. Dan Højgaard var hjálpardómari einu megin, meðan Jógvan Breckmann var hinumegin.

Hesaferð var Heini Viðoy 4. dómari, og Jóhan Hendrik Ellefsen dømdi sjálvan dystin innanfyri strikurnar. Tað eru hesir báðir, ið eru føroysku FIFA-dómararnir.

Jóhan Hendrik hevur verið altjóða dómari í tvey og eitt hálvt ár. Hóskvøldið í Estlandi vísti hann gula kortið tríggjar ferðir.

[object Object]
Jóhan Hendrik Ellefsen (Mynd: Sverri Egholm)

Í tætta dystinum kolldømdu føroysku hjálpardómararnir trý mál. Einki VAR er í 2. umfari í Conference League, so talan er m stórar avgerðir.

Tað er enn ikki endaliga vist, nær næsta evropeiska uppgávan hjá føroyskum dómarum er.

Føroyska dómarakvartettin er á veg heim.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder