2025-11-08 12:44
Sunnudagin hittust teir í Oslo í Golden League - Jóhan á Plógv Hansen fyri Danmark og Óli Mittún fyri Føroyar.
Í dag spæla teir báðir aftur ímóti hvørjum øðrum. Hesaferð er tað í Herreligaen, har lið teirra í løtuni kappast um 2. plássið.
GOG og Óli eru á 2. plássi við 15 stigum fyri 10 dystir, meðan Jóhan og SAH hava 13 stig.
Dysturin í Aarhus byrjar klokkan 15 føroyska tíð. Hann sæst á TV2 (høvuðsrásini hjá TV2) og TV2 Play.
![]()
Jóhan á Plógv Hansen hevur higartil skorað fjórðflest mál í donsku deildini - lið hansara er nummar fýra (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald