
Flensburg-Handewitt er fyri fimtu ferð í finaluni í European League - tað sum fyrr var EHF Cup.
Hetta er greitt eftir dramatisku hálvfinaluna móti Melsungen í Hamborg seinnapartin. Tað stóð á jøvnum í steðginum, og heldur eingin munur var millum týsku feløgini, tá 60 minuttir vóru farnir (28-28).
Harvið varð neyðugt við longdari leiktíð, og har var Flensburg-Handewitt líka tað stinnari. Kevin Møller spældi ein stóran dyst í málinum, og Lasse Møller avgjørdi hálvfinaluna.
Sí hæddarpunkt omanfyri ella HER
Jóhan á Plógv Hansen skeyt eitt mál uppá trý skot í hálvfinaluni. 31-ára gamli havnarmaðurin var við til at vinna kappingina í fjør.
Fyri at endurvinna skal Flensburg basa Montpellier (Frakland) ella arvafíggindunum úr THW Kiel. Elias Ellefsen á Skipagøtu og teir spæla nú klokkan 17 - dysturin sæst á TV3 Sport og Viaplay.
European League hálvfinalur
Leygardagin 24. mai
MT Melsungen - SG Flensburg-Handewitt 34-35 eftir longda leiktíð (28-28)
17.00: THW Kiel - Montpellier Handball
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald