Annað

Jonas Vingegaard vann Tour de France

Hann er annar danskarin, sum vinnur stóru súkklukappingina. Bjarne Riis gjørdist hin fyrsti í 1996.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-07-24 19:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var belgiski Jasper Philipsen, sum var fyrstur um mállinjuna á Chams-Élysées í París, men lítla løtu seinni kom danski Jonas Vingegaard í gulu troyggjuni á mál og tryggjaði sær sigurin.

Tá gjørdist 25 ára gamli Jonas Vingegaard vinnari av Tour de France 2022.

Lunnar vóru lagdir undir stóra sigurin á fjallatrinumum Col du Granon og Hautacam, har Vinegaard spældi sær við musklunum og vann á slovenska Tadej Pogacar.

Jonas Vingegaard er annar vinnarin av Tour de France. Bjarne Riis vann kappingina í 1996.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder