Fótbóltur

Jørgen Nielsen byrjar inni

18-ára gamli álopsleikarin av Glyvrum, sum nú spælir í svenskum fótbólti, avloysir leikbannaða Stefan Radosavljevic í byrjanaruppstillingi móti Serbia. Annars eru hinir tíggju teir somu, ið byrjaðu móti Ukraina í síðstu viku.

Jørgen Nielsen til venjing í gjár. Hann spælir í dag sín dyst nummar tvey á U21-landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Jørgen Nielsen til venjing í gjár. Hann spælir í dag sín dyst nummar tvey á U21-landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)

2022-06-07 15:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska liðið (4-2-3-1/4-4-2): Bárður á Reynatrøð - Ragnar Skála, Elias Rusborg, Gullbrandur Øregaard, Pætur Turiðarsson Skipanes - Lukas Giessing, Noah Mneney, Magnus Holm Jacobsen (L), Símun Sólheim - Áki Debes Samuelsen, Jørgen Nielsen 

Teir, ið standa til at vera fremstu menninir, eru 18-ára gamlir. Hjá Jørgeni Nielsen er tað fyrstu ferð, at hann byrjar inni á U21-landsliðnum. 

Sambært heimasíðuni hjá UEFA er talan um hesa leikskipanina, og leikararnir spæla á hesum plássum: 

[object Object]

Upp til eitt heilt lið hjá Føroyum er úti til dystin.

U21-landsdysturin millum Føroyar og Serbia, ið er tann seinasti hjá liðunum, í undankappingini, byrjar klokkan 16.15. Vinnarin fær helst triðja plássið í bólkinum.

Les eisini: 
U21: Kunnu taka triðja plássið og seta føroyskt met 
Televarpið vísur U21-dystin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder