Jana Mittún gjørdist ÍtróttaNAVNIÐ, og løtan tá hon skoraði og Føroyar harvið avgjørdu HM-dystin móti Spania varð av føroyingum kosin "ÍtróttaLØTAN 2025"
Søguliga HM-bronsan hjá U21-hondbóltsmonnum hevði tveir heiðrar við sær: ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ (liðið) og ársins venjarar (Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen)
Sí eisini: Hjalti og Djóni: - Eg skal heim í song, men Hjalti skal halda 40-ára føðingardag
Hósvíkar Róðrarfelag vann heiðurin sum ítróttaFELAGSKAPURIN fyri millum annað sín savnandi leiklut í bygdini, og Hansina Nesá varð ÍtróttaSÓLSTRÁLN: Ungi fimleikavenjarin hjá Flog ger á sín serliga hátt, sítt til, at børnini mennast og trívast í felagnum.
Eydna Skaale hjá Kringvarpinum tosar við Hansinu Nesá - sólstráluna fyri 2025
Myndir: Sverri Egholm
Fult yvirlit: Hesi vunnu teir átta heiðrarnar í Varpinum
Tveir av teimum átta heiðrunum til Ítróttafagnaðinum hjá ÍSF eru serligar á tann hátt, at tær ikki "bert" verða latnar fyri nýggj avrik. ÍtróttaELDSÁLIN og Heiðursskjal Poul E Pedersen fara til fólk, sum í langa tíð hava tænt sínum feløgum og føroyskum ítrótti væl - fólki sum eru ímyndir av, tí tey umboða.
Hetta kann sanniliga sigast um Jórun Biskopstø og Jórun Frimansdóttir Jacobsen úr KÍ og Jústines Justinussen úr (StÍF).
Sigur tú StÍF, so sigur man skjótt Jústines Justinussen, og sigur tú KÍ, so kanst tú eisini skjótt siga Jórun og Jórun.
Um ein er í høllini á Skála ella í KÍ-kjallaranum - við Djúpumýru - er nærum ósannlíkt, at tú ikki sært onkran teirra.
- Tað kennist løgið, um tað er ein dagur, har eg ikki eri í høllini, staðfesti Jústines Justinussen, sum eftir sína egnu tíð sum spælara hevur vant børn, abbabørn og flestu onnur í StÍF.
- Tað er ein lívsstílur, og man fær so nógv av at geva nakað, staðfestu Jórun og Jórun - stutt frá staðnum har tær í eini 30 ár hava vaskað, bakað, tuskað og eisini lívga við sínum práti.
Hoyr samrøður við eldsálirnar og vinnarin av heiðursskjalinum her:
Jústinues: - Fantastiskt at man setur prís uppá stóra arbeiði hjá fólki
Jórun og Jórun: - Man er altíð í góðum lag, tá man hevur verið í høllini![]()
Heiðurin merkti nakað fyri Jóruna Biskopstø (t.v) og Jóruna Frimansdóttir Jacobsen (t.h.) Tær hava á so mangan hátt sett síni spor í Klaksvíkar Ítróttafelagi
Jústinues Justinussen tosar við Jógvan Skeel Nolsøe (Mydir Sverri Egholm)
Her eru allar myndirnar úr Varpinum
Tað eru so nógv sjálvboðin í Føroyum, sum áhaldandi stríðast og strevast fyri at geva øðrum í feløgum og ítrótti sum heild síni góðar karmar. Hesir heiðrar skulu geva teimum viðurkenning, og tað er eingin ivi um, at man kann unna Jórun, Jórun og Jústines hetta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald