Annað

Jórun Mai vann bronsu í altjóða judokapping

Hetta var fyrstu ferð, at ein føroyingur hevur verið til altjóða kapping í tillagaðum judo.

Jórun Mai Smith kom heim úr Póllandi við heiðursmerki (Mynd: Parasport Føroyar)

Jórun Mai Smith kom heim úr Póllandi við heiðursmerki (Mynd: Parasport Føroyar)

2025-09-17 14:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um vikuskifti kappaðist Jórun Mai Smith í EJU Get Together Tournament í Gdańsk í Póllandi.

Tað var evropiska judosambandið, sum skipaði fyri. Øll sum hava rørslutarn, menningartarn ella eru blind/sjónveik, kundu luttaka.

Talan var um eina søguliga luttøku, tí sum Parasport Føroyar skrivar, so var tað fyrstu ferð, at ein føroyingur hevur kappast í altjóða kapping í tillagaðum judo.

Jórun Mai Smith hevur downsyndrom og venur til dagliga í Havnar Judofelag, skrivar Kringvarpið.

Har hevur hon vant seinastu árini, og tað hevur givið úrslit. Jórun Mai stóð seg í øllum førum væl í Póllandi.

Føroyski íðkarin vann tveir av sínum dystum og endaði við bronsheiðursmerki.

Við sær sum venjara, hevði Jórun Mai Smith Sannu Nolsøe Djurhuus.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder