Leygardagin var NS Hálvmaraton á skránni í Klaksvík, og tá megnaði Julian Gregersen úr Treysti at seta nýtt met í hálvum maraton.
Julian kom á mál við tíðini 1.07.28, sum er 29 sekund skjótari enn gamla metið, sum Julian eisini átti sjálvur.
Tað var í Valencia í oktober í fjør, at Julian tók føroyska metið í hálvmaraton. Undanfarna metið setti Marnar Djurhuus í Keypmannahavn í 2014.
Les eisini: Julian Gregersen hevur tikið føroyska metið í hálvum maraton
Nummar tvey og trý í NS hálvmaraton vóru ávikavist Oliver Granhøj við tíðini 1.16.58, og Daniel Hansen við tíðini 1.18.58.
Hjá kvinnum var tað Bjørk Herup Olsen ur Bragdinum, sum tók fyrstaplássið. Hon kom á mál við tíðini 1.27.38, sum er undir oyggjaleikarkravið á 1.28.00.
Á øðrum og triðja plássi vóru ávikavist Maria Chun Nielsdóttir við tíðini 1.38.18 og Hallbjørg Danielsen við tíðini 1.41.28.
121 rennarar gjøgnumførdu NS Hálvmaraton í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald