Annað

Julian Gregersen hevur tikið føroyska metið í hálvum maraton

Metið hjá Marnari Djurhuus á 1.08.52 stóð í ellivu ár - í dag tók rennarin úr Klaksvík metið við tíðini 1.07.57 í Spania. Rógvi Kárason og Neli Heldarskarð settu eisini persónligt met.

Føroysku metini á longum teinum hava staðið fyri falli í ár - tað er tí, at Julian Gregersen er í stórformi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Føroysku metini á longum teinum hava staðið fyri falli í ár - tað er tí, at Julian Gregersen er í stórformi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-26 16:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku metini á longum teinum hava staðið fyri falli í ár, og tað er tí, at Julian Gregersen er í stórformi.

27-ára gamli klaksvíkingurin hevur millum annað tikið fleiri met frá 90'unum hjá Albert Marna Joensen - seinast í London fyri beint yvir tveimum mánaðum síðani.

Sí eisini: Julian hevur tikið enn eitt føroyskt met hjá Albert Marna

Síðani hevur føroyski langteinarennarin fyrireikað seg til sína seianstu kapping í ár: Hálvmaraton í Valencia.

Hetta var í dag. Julian Gregersen rann millum saman vð Rógva Kárason og Nela Heldarskarð í spanska býnum. Hesir tríggir vunnu Føroyum søguligt gull í hálvum maraton í liðkappingini á oyggjaleikunum.

Sambært Kringvapinum settu Rógvi og Neli persónligt met í hálvum maratoni í dag - hetta við tíðunum 1.09.51 og 1.11.43.

Hetta gjørdi Julian Gregersen eisini. Tíðin var 1.07:57. Hetta er nærum ein minuttir betri enn gamla føroyska metið. Tað setti Marnar Djurhuus í Keypmannahavn í 2014, tá hann kom á mál við tíðini 1.08:52.

Harvið enn eitt ógvuliga flott avrik hjá Juliani í einum framúr kappingarári, sum endar nú.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder