Fyrrverandi landsliðsspælarin hevur í drúgva tíð framt eitt megnar arbeiði fyri StÍF og føroyskan hondbólt.
Hann hevur millum annað vant síni børn, sum av álvara hava gjørt vart við seg í føroyskum hodbólti, og nú eru børn sum Bjarni í Selvindi á breddanum.
Jústinus Justinussen hevur tó eisini vant nógv, nógv onnur í høllini á Skála: Í løtuni er tað U8, og sum heild er ímyndin og eldsálin so at siga uppi í høllini hvønn dag.
Hoyr Jústinus Justinussen av Skála greiða frá stóra heiðrinum og menningini í føroyskum hondbólti.
Hoyr samrøðuna ovast
Heiðursskjal Poul E Petersen: Jústines Justinussen (StÍF)
- Endamálið við skjalinum er at heiðra teimum, sum á serstakan hátt og yvir eitt longri tíðarskeið hava tænt føroyska ítróttinum.
Hetta hóskar sanniliga til Jústines Justinussen. Hann hevur í í ein mansaldur verið ein ímynd í føroyskum hondbólti og serliga í StÍF: Sum spælari, venjari, fyriskipari
– sum heild ein eldsál sum framvegis er fleiri tímar í høllini.
- Tað kennist nærum tómt, um man ikki hevur verið í høllini ein dag.
Sí eisini: Yvirlit: Hesi vunnu heiðrarnar í Varpinum
![]()
Drúgvi og trúgvi Jústinus á pallinum (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald