Fótbóltur

Kann bara vera betri enn í Litava

Luksemborg vann 2-0 í Vilnius, men venjarin lat í gjárkvøldið stak illa at graslíkinum, sum litavar høvdu. Graslíkið á Tórsvølli kann so ikki vera verri enn tað, helt hann fyri.

Luc Holtz (Mynd: Sverri Egholm)

Luc Holtz (Mynd: Sverri Egholm)

2022-06-07 07:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Venjarin hjá Luksemborg var ikki í iva. Graslíkið her í Føroyum kann ikki vera verri enn tað, sum teir júst koma frá í Litava, har teir vunnu 2-0 leygardagin.

Tað segði hann við miðlarnar á tíðindafundi í FSF-húsinum í gjárkvøldið.

Ferðalagið varð seinkað til Føroya, og hevði mátti yvirnátta í Noreg fyrranáttina áðrenn tað eydnaðist at lenda í Vágum í gjár.

- Tað hevur ikki nógv at týða. Vit hava fingið góða hjálp í Noregi, og hava eisini vant har. So tað er ikki nakar trupulleiki, segði venjarin, Luc Holtz, umvegis tulkin Andreas F. Hansen, sum var ein góð hjálp hjá føroysku miðlunum.

Sjálvt um man hevur tapt ímóti Danmark, Skotlandi og Eyturríki, hava Føroyar staðið seg væl. Tað er ofta síðst í dystunum at hinir hava skorað, og tað vísir kvalitetin á føroyska liðnum, segði Luc Holtz.

Luksemborg tykist at hava fyrireikað seg nakað til graslíki, tí undan ferðini hava teir vant á graslíki í tríggjar dagar.

Og sum nevnt, so metti venjarin at tað helst ikki kundi blíva verri enn í Litava, har teir leiktu á LFF Stadium í Vilnius.

Hann hevði undan tíðindafundinum ikki havt stundir at verið á vøllinum, tí júst tá vandi føroyska liðið.

Nations League dysturin millum Føroyar og Luksemborg verður í kvøld klokkan 19.45.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder