Hondbóltur

Kann verða ein heldur tungur dystur við Tjarnir

Tað er ikki langt millum umførini, ferðingin í gjár var long, og føroyingar vita, hvussu stóran týdning tað kann hava at vinna á Ukraina í annaðkvøld. Liðið venur í Hoyvíkshaganum í kvøld.

Tað eru ikki heilt nógvir tímar síðani, at føroysku spælararnir vóru í nógvum hørðum nærdystum í Kosovo. Tað at Føroyar spældu við 7 móti 6 meginpartin av tíðini kann hjálpa, í mun til megina (Mynd: Sverri Egholm)

Tað eru ikki heilt nógvir tímar síðani, at føroysku spælararnir vóru í nógvum hørðum nærdystum í Kosovo. Tað at Føroyar spældu við 7 móti 6 meginpartin av tíðini kann hjálpa, í mun til megina (Mynd: Sverri Egholm)

2025-05-10 13:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á ymsan hátt varð talan um ein sinnisliga og kropsliga krevjandi dyst hjá føroyingunum í Kosovo hóskvøldið.

Teir á heimaliðnum spældu ikki beinleiðis reint og pent alla tíðina, og serliga Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún, ið taka nógvar nærdystir, fingu síni høgg.

Í verjuni varð eisini arbeitt gróthart, og av tí at tað var so tætt allan vegin, so noyddust teir í hvítum at hugsavna seg fult og heilt, og føroyingarnir kundu ikki spara seg nakað í Kosovo.

Sí eisini: Føroyar stríddu seg aftur til EM - fara eftir 1. plássinum sunnudagin

[object Object]Óli fekk sínar takklingar - og sløg

[object Object]Og tað fekk Elias sanniliga eisini

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu fær viðgerð frá Tom Jensen eftir eitt av sløgunum, sum føroyski spælskiparin fekk í gronina (Myndir: Sverri Egholm)

Long ferð heim - hingu omanfyri Føroyar eina løtu
Elias á Skipagøtu hevði ilt í andlitinum eftir dystin eftir mongu ymisku sløgini. So at siga allir sum spældu í Kosovo, spældu nógv, og fleiri teirra vóru nakað tungir í kroppinum í gjár.

Talan var eisini um ein langan túr til Føroya, sum byrjaði við bussferð klokkan 8.30 føroyska tíð og ikki endaði fyrrenn yvir tólv tímar seinni.

Talan var um tríggjar flogtúrar: Pristina-Wien, Wien-Keypmannhavn, Keypmannahavn - Vágar. 

[object Object]
Lagið var gott á heimferðini, men menn vóru eisini nakað moyrir (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Á veg til Føroya við plássinum í viðførinum

Sum heild var ferðaskráin fín fyri føroyingar - tað er ikki so einfalt at koma av Balkan til norðuratlandshavið - men túrurin gjørdist nakað longri vegna seinking hjá Atlantic. 

At tí at tað var fitt av vindi í ringastu ætt at lenda í, varð flogferðin sjálv eisini longur og øðrvísi enn vanligt. Flogfarið var í bíðistøðu - holding - yvir Føroyum í eina góða løtu, og so vórðu tvær royndir gjørdar at fara niður móti vøllinum í Vágum,

Seinnu ferðina, tá farið var innyvir Sørvágsfjørð, eydnaðist tað hjá dugnaligu flogskiparunum at lenda. Tað var tó nakað av "lívi í" Airbussinum, og eisini umborð .

Hava tikið hædd fyri skránni - heimaáskoðararnir kunnu geva nógv

Tað hevði sjálvandi ikki gagna føroysku fyrireikingunum at gist í Noreg ella Íslandi í nátt. Við lendingini sluppu spælararnir heim, áðrenn teir møta aftur til fund og venjing klokkan 16.30 við Tjarnir.

Til vanlig undankappingarumfør eru so at siga altíð tríggir heilir dagar, og upp ímóti fýra samdøgrum millum dystirnar hjá Føroyum. Nú er tað ein dagur færri, og hetta kann ávirka. Ukraina spældi tó eisini hóskvøldið.

Tað at Føroyar spældu 7 móti 6 øll álop, sum man kundi, í Kosovo hjálpar helst eisini. Við vilja varð ferðin ikki altíð sett upp, og man royndi at sleppa undan alt ov nógvum nærdystum.

Hetta kann fáa stóran týdning við Tjarnir í morgin, og tað kunnu teir umleið 3.000 føroysku áskoðarnir so sanniliga eisini. Føroysku menninir hava ikki tapt á heimavølli seinastu sjey dystirnar.

[object Object]

[object Object]
Frá fyrsta heimadystinum móti Niðurlondum, 12. mars. Hann endaði við javnleiki (Myndir: Sverri Egholm)

Ein dystur við stórum týdningi

Tað er aftur heilt útselt við Tjarnir. Føroysku spælararnir skulu gera hetta til eina sanna borg, eins og man var í gongd við at gera á Hálsi. 

Í morgin verður eisini meira gjørt burutúr, at "skipa" stuðulin til føroyska liðið. Nakað sum vantaði til dystin móti Niðurlondum í mars, men sum var har til HM røkkstøkkdystin hjá kvinnum í apríl.

Hóast Føroyar hósvkøldið spældu seg til EM-endaspælið 2026, og Norrøna og tjúgu flogfør skulu til Oslo, so snýr tað seg framvegis um at fáa stig í síðsta umfarinum: Eitt stig, ella tvey, móti Ukraina í morgin tryggjar 1. plássið í undankappingarbólkinum, og hetta kann hava stóran týdning fyri styrkismetingina og harvið møguleikanum til undankappingina.

Føroyar kunnu enda í styrkisbólki tvey av fýra, um væl vil til - eins og til hesa undankappingina. Ukraina, sum tapti fyri Niðurlondum hóskvøldið, skal eisini royna at fáa stig fyri at tryggja 3. plássið og tryggja at tað er nóg mikið hjá teimum fyri at koma til EM. Harvið er nógv uppá spæl í Hoyvíkshaganum í morgin.

Ukraina vann fyrra dystin millum liðini, sum var í Litava í november. Hetta annars eftir føroyska leiðslu størsta partin av dystinum. Uppgerðin við Tjarnir sunnudagin 11. mai byrjar klokkan 17.

-----------------------------------------------

Bólkur 6  í undankappingini til EM 2026: 
6. og seinasta umfar - sunnudagin 11. mai

Føroyar - Ukraina
Niðurlond - Kosovo

(Báðir dystirnir byrja klokkan 17.00)

1. Føroyar 7 stig *
2. Niðurlond 6 stig *
3. Ukraina 4 stig
4. Kosovo 3 stig

Víðari

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder