Fótbóltur

Andrias Edmundsson byrjar inni í kvøld

Fær Serie A-elddópin í botndystinum móti Pisa. Hann byrjar klokkan 19.45 og sæst á TV2 Play.

Andrias Edmundsson spælir við 5-talinum á rygginum. Helst veður tað til vinstru í miðverjuni. Hann verður um eina løtu fyrsti føroyingurin í einum

Andrias Edmundsson spælir við 5-talinum á rygginum. Helst veður tað til vinstru í miðverjuni. Hann verður um eina løtu fyrsti føroyingurin í einum

2026-02-06 18:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin keypti Hellas Verona hann leysan úr Wisla Plock fyri, í fyrstu syftu, umleið tjúgu milliónir krónur.

Í kvøld byrjar Andrias Edmundsson inni og gerst harvið fyrsti føroyingur í Serie A.

Hetta til botnbrak á heimavølli, frammanfyri kanska fleiri enn 20.000 áskoðarum. 

Hellas Verona og Pisa hava bæði 14 stig, nú 15 umfør eru eftir í Serie A, og liggja ávikavist aftast og næstaftast í deildini. Bæði hava skifti venjara í vikuni.

Dysturn byrjar klokkan 19.45 og sæst á TV2 Play - sum millum annað er partur av størsta pakkaum hjá Televarpinum.

Andrias Edmundsson spælir við 5-talinum á rygginum. Helst veður tað til vinstru í miðverjuni. Hellas Verona spælir í myrkabláum.

[object Object]Mynd: Hellas Verona

Sí eisini: Eingin orsøk hjá Andriasi at halda at hann ikki fer at standa seg væl

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder