Hondbóltur

Magne Hoseth verður høvuðsvenjari hjá Mattiasi Lamhauge

Hann byrjaði sum hjálparvenjari í Strømgodset fyri mánaði síðani. Sebastian Pingel verður liðfelagi við føroyska landsliðsmálverjan heldur enn við Adriani Justinussen.

Magne Hoseth, her til KÍ-venjing í Molde undan Champions League-dysti í 2023. Nú stendur Hoseth aftur á odda fyri einum liði (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Magne Hoseth, her til KÍ-venjing í Molde undan Champions League-dysti í 2023. Nú stendur Hoseth aftur á odda fyri einum liði (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-06 18:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hendir eitt sindur í Strømgodset, sum Mattias Lamhauge gjørdi sáttmála við fyri lítlum mánaða síðani. Og tað snýr seg í stóran mun um gamlar kenningar í føroyskum fótbólti.

Sebastian Pingel var í føroyskum fótbólti í árunum 2017 til og við 2021: Fyrst í B36, síðani í HB og so aftur í B36. Nú verður áleyparin aftur liðfelagi við Mattias Lamhague - og harvið ikki Adrian Justinussen.

Strømgdodset keypti 32-ára gamla orkufulla áleyparin úr AC Horsens mikudagin. Horsens er felagið, sum Adrian Justinussen í januar skifti til - nú vildi Strømgodset keypa toppskjúttan úr næstbestu donsku deildini frá síðsta kappingarárið.

Jackie Rasmussen er nú ítróttarstjóri í Strømgodset. Áðrenn var danin ítróttarstjóri í Hillerød, sum áður hevur selt Sebastian Pingel.

[object Object]
Sebastian Pingel í dysti fyri B36 móti HB - hann endaði við at vinna steypakappingina við B36 (Mattias Lamhauge í mál) og koma víðari nakrar ferðir í Evropa. Steyp vann danin eisini við HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Pingel setti undirskriftina á í Drammen mikudagin (Mynd: Strømgodset Toppfotball)

Omanfyrinevndi Jackie Rasmussen kundi tíðliga í kvøld smílast á mynd saman við nýggja høvuðsvenjara felagsins. Ítróttarstjórin og nýggi fasti høvuðsvenjari felagsins, Magne Hoseth, hava skrivað undir tvey-ára sáttmála.

[object Object]
Magne Hoseth, nýggjur høvuðsvenjari, og Jackie Rasmussen, ítróttarstjóri (Mynd: Strømgodset Toppfotball)

45-ára gamli norski venjarin vann í 2023 FM við KÍ, og liðið var í Conference League-bólkaspælinum. Á sumri árið eftir, eftir ein ógvuliga stuttan steðg í Lyngby, avloysti Hoseth Dan Brímsvík í B36. Í 2025 var hann hjálparvenjari í Kristiansand í bestu deildini, sum Aron Benjaminsen er knýttur at.

Magne Hoseth kom til felagið fyri einum mánaða síðani - á pappírinum sum hjálparvenjari. Hann hevur tó havt ábyrgd sum høvuðsvenjari í venjingardystum og øðrum seinastu tíðina. 

Orsøkin er, at Dag-Eilev Fagermo varð sjúkrameldaður eftir órógv og niðurflytingina úr bestu deildin. Fyri stuttum varð sáttmálin uppsagdur, og nú er alment, at fyrrverandi KÍ- og B36-venjarin skal standa á odda í royndini hjá Strømgodset at flyta upp í bestu norsku deildina aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder