Í gjár var finalan í seyðahundakappingini á Viðareiði, har FM-vinnarin og vinnarin av Faroese National skuldi finnast.
Talan var um seinastu av sjey kvalifikatiónskappingum.
Finalan varð gjørd sum dobbelt fetch. Hetta merkir, at hundurin skal heinta tvey sett av seyði og júst hetta er ongantíð gjørt áður í einari kvalifikatiónskapping í Føroyum.
Føroyingar hava seinastu árini havt hundar í altjóða finalum, og tá er tað double fetch, so hetta eru góðar royndir at hava við sær uttanlands, skrivar Seyðahundasamband Føroya.
Úrslitini frá kappingini í gjár gjørdust:
Nr. 1 Anna Sofía Fjallheim v/Lynn
Nr. 2 Jónstein Petersen v/Kvikk
Nr. 3 Tummas Jacobsen v/Moss
FM-støðan sær soleiðis út:
Nr 1 Tummas Jacobsen v/Moss
Nr. 2 Jónstein Petersen v/Gripur
Nr. 3 Jónstein Petersen v/ Kvikk
Nr. 4 Anna Sofía Fjallheim v/Lynn
Nummar 1,2,3 og 4 fara at umboða Føroyar í EM í Belgia í August, og nummar 1,2 og 3 fara at umboða Føroyar í HM í Skottlandi í september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald