placeholder
Fótbóltur

Kapping um fótbóltin: Televarpið tekur lutakastið frá KvF

Lutakastið um hvussu spælast skal í kappingini um Løgmanssteypið hevur verið í 3-2 og Degi og viku, men nú tekur Televarpið yvir. Lutakast verður mánadagin.

Tá lutakast var í 3-2 tann 26. apríl í fjør (Skíggjamynd: Kvf.fo)

Tá lutakast var í 3-2 tann 26. apríl í fjør (Skíggjamynd: Kvf.fo)

2023-03-29 20:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað hava verið 3-2 og Dagur og vika í Kringvarpi Føroya, sum hava hýst lutakastinum í kappingini um løgmanssteypið, men hetta sær út til at vera ein farin tíð.

Televarpið boðar í dag frá, at mánakvøldið verður lutakast um, hvussu spælast skal í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið, og tað verur altso á Rás 1.

- Sent verður beinleiðis á Rás 1 klokkan 20, sum er beint eftir dystin millum B36 og HB, sum verður vístur á somu rás, sigur Televarpið.

Tað verður Eli Hentze, sum vann Løgmanssteypið við B71 í 1993, sum fer at taka kúlurnar úr bollanum og para feløgini í teimum átta dystunum, sum skulu spælast í fyrsta umfari.

Fyrsta umfar verður spælt leygardagin 22. apríl.

Televarpið sendir beinleiðis frá Løgmanssteypinum
Tilsamans skulu seytjan dystir spælast í kappingini um Løgmanssteypið, áðrenn vinnarin kann lyfta steypið á Tórsvølli 4. november.

Televarpið hevur gjørt avtalu við Fótbóltssamband Føroya um, at allir dystirnir verða vístir beinleiðis í Televarpinum.

[object Object]Toymið hjá Televarpinum varð herfyri styrkt við Tróndi Arge, sum í nógv ár hevur verið ímyndin av fótbóltsfrásøgnunum á FM1 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder