
Teis Horn Rasmussen og Peter Bredsdorff-Larsen fara heilt ikki við rættum ryggi til Kosovo í landsliðsørindum mánadagin. Aarhus - har Teis er strikuspælari og miðverji - og har landsliðsvenjarin hevur ítróttaliga ábyrgd í nevndini - gjørdist í kvøld júst ov stutt í danska uppflytingarstríðnum.
Aarhus Håndbold og Skive fH høvdu vunnið hvør sín dyst undan brakinum í Aarhus í kvøld. Vinnarin av hesari play-off uppgerðini millum lið úr næstbestu deildini vann sær rættin at spæla eitt play-off umfar afturat; hetta móti niðasta liðnum í ovara endaspælinum í fremstu deildini.
Skive hevur framvegis møguleika at flyta upp. Tað var annars heimaliðið, sum byrjaði nakað betri í kvøld. Talan var tó um ein tættan dystin. Í steðginum var 18-17 til Teis og teir. Útiliðið vann sær tó fyrimunin í 2. hálvleiki. Aarhus minkaði niður í eitt mál í seinasta minutti, men so staðfesti Skive sigurin, tá tíggju sekund vóru eftir.
Teis Horn Rasmussen skoraði einki mál í dystinum. Føroyski landsliðsspælarin er skrásettur fyri eina útvísing.
Tað er heldur óvist, hvussu verður næsta kappingarár hjá 29-ára gamla strikuspælaranum. Hann gjørdi tvey-ára sáttmála við Aarhus fyri tveimum árum síðani. Áhugi hevur verið fyri honum aðrastaðni frá í tíðini í felagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald