Kappróður

Kappróður á stórskíggja

Aftur í ár fer Róðrarsambandið at vísa ólavsøkuróðurin á stórskíggja.

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2020-07-27 15:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftur í ár fer Róðrarsambandið at vísa FM-róðrarnar á ólavsøku á trimum stórskíggjum á havnarøkinum.

Sambært Tórshavnar kommunu fer ein skíggi at standa við Bursatanga, ein við Faroe Ship og ein úti á Molanum í tíðarskeiðnum millum klokkan 13 og áleið 20 ólavsøkuaftan.

– Um tað verður ov trongligt á góðu áskoðaraplássunum við Havnarvág, so er hetta eitt gott alternativ.

Róðrarsambandið fíggjar tiltakið við lýsingum og til ber at stuðla sambandið á tann hátt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder