Fótbóltur

Kappróðurin má lúta fyri fótbólti

Landsdysturin millum Føroyar og Litava fellur saman við kappróðrinum á Eystanstevnu. Kringvarpið sendir tí fótbólt í sjónvarpinum, men fer at stroyma kappróðurin á heimasíðuni.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-06-11 09:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eystanstevnukappróðurin verður ikki sendur í sjónvarpinum, sum vanligt er blivið seinastu árini. Í dag má hann lúta fyri landsdystinum í fótbólti millum Føroyar og Litava.

FM kappróðurin á Eystanstevnu byrjar klokkan 15 meðan landsdysturin byrjar klokkan 17. Kringvarpið boðar tískil frá, at kappróðurin verður stroymdur á heimasíðuni kvf.fo ístaðin.

Byrjað verður at senda frá fótbólti klokkan 16.30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder