Fótbóltur

Kára og Sanna byrja inni hesaferð

Føroyska liðið til dystin í Ukraina, sum verður bríkslaður í gongd klokkan 17, er sett. Tvær broyingar eru á liðnum í mun til dystin í Skotlandi.

Sanna Svarvadal til venjing í Kiev. Hon sat á bonkinum allar 90 minuttirnar í Skotlandi, men nú er hon tøk at stríðast á føroyska miðvøllinum (Mynd: Bjarni Enghamar)

Sanna Svarvadal til venjing í Kiev. Hon sat á bonkinum allar 90 minuttirnar í Skotlandi, men nú er hon tøk at stríðast á føroyska miðvøllinum (Mynd: Bjarni Enghamar)

2021-10-21 16:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lene B. Terp, landsliðsvenjari hevur sett liðið til HM-undankappingardystin móti Ukraina í kvøld. Samanborið við seinasta dyst, ið var í Skotlandi fyri júst einum mánaði síðani, eru tvær broytingar í byrjunaruppstillingini. 

Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir hevur verið ivasom, og hon er tí ikki millum tær fyrstu evillu á vøllinum í kvøld. Sanna Svarvadal avloysir hana á miðvøllinum - KÍ-liðskiparin var skaðadarvað til seinasta dyst. Kára Djurhuus var so mikið plága av skaða, at hon ikki var við tá. Tað er hon nú, og Kára byrjar inni á høgra bakki/vongbakki. Tað merkir, at Maria á Lakjuni hesuferð byrjar á bonkinum.

[object Object]
Kára Djurhuus til venjing í Ukraina (Mynd: Bjarni Enghamar)

Tær fyrstu 11 á vøllinum fyri Føroyar eru: 

Óluva Allansdóttir Joensen – Ásla Johannesen, Sarita Maria Mittfoss, Rakul Maria Johannesen, Birita Ryan, Kára Djurhuus – Sanna Svarvadal, Olga Kristina Hansen, Heidi Sevdal – Julia Naomi Mortensen og Maria Biskopstø.

Talan verður helst um eina 5-3-2 ella 5-4-1 leikskipan.

Á bonkinum: Monika Biskopstø, Maria á Lakjuni, Durita Hummeland, Sara Samson Lamhauge, Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Tórunn Højgaard Joensen, Tóra Mohr og Lea Lisberg.

Dysturin millum Ukraina og Føroyar byrjar kl. 17.00 føroyska tíð. Dysturin verður ikki stroymdur, men til ber at fylgja gongdini á heimasíðuni hjá UEFA. Støðan verður eisini dagførd á forsíðu okkara


Les eisini: 
Triðja uppgávan í undankappingini fyri framman

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder